Útskiftingin hevur verið ov lítil

Politikkur: Útskiftingin í føroyskum politikki hevur kanska verið ov lítil. Men vánaligar arbeiðsumstøður og vaksandi krøv til politikarar eru nakrar av orsøkunum til, at vit nú brádliga síggja stóra útskifting á veg í Løgtinginum

Rógvi Nybo


Fleiri av stóru profilunum í føroyskum politikki seinnu árini hava boðað frá, at teir stilla ikki uppaftur til komandi løgtingsval. Onkur umhugsar enn støðu sína. Aðrir eru farnir úr flokki. Hetta merkir, at omanfyri 4000 persónligar atkvøður nú hanga í leysum lofti. Flokkarnir eru ikki klárir við nýggju valevnunum enn, hóast val kann verða útskrivað hvørja løtu, serliga nú ólavsøka er á trappuni og fleiri umstrídd mál skulu leggjast fyri tingið av einari stjórn við ridlandi parlamentariskum grundarlagi. Megnar samgongan at sigla millum skerini eftir ólavsøku, skal meiriluti finnast fyri einari fíggjarlóg í heyst, og hetta fer helst at krevja óvanliga gott politiskt handlag at fáa ígjøgnum. Tískil er nógv, ið talar fyri at løgtingsval verður skrivað út áðrenn árið er runnið, og tá flokkarnir enn ikki eru klárir við avloysarunum, er lagt upp til stóra útskifting uttan at fólkið veit, hvør verður skiftur inn.


Útskiftingin verið ov lítil

Tað kann tykjast ógvusligt, tá fleiri av toppolitikarunum fara úr politikki brádliga. Men sambært Boga Eliasen, stjórnmálafrøðingi, er talan kanska heldur um, at útskiftingin fyrr hevur verið ov lítil.

- Um Fólkatingið verður vanliga sagt, at umleið ein triðingur verður skiftur út hvørja ferð. At vit so nú leggja merki til, at fleiri politikarar fara í senn, kann vera tí at útskiftingin fyrr hevur verið ov lítil, sigur Bogi Eliasen.

Hann vísir eisini á, at fleiri av politikarunum, sum nú fara at gevast, eru komnir væl upp í árini, og at tað tí eisini er nátúrlig frágongd.

- Men tað kann eisini verða ein trupulleiki við ov nógvum gomlum kongum í einum flokki, sigur Bogi Eliasen, og sipar til at eitt nú Jóannes Eidesgaard og Anfinn Kallsberg, báðir fyrrverandi floksformenn takka fyri seg.


Vánaligar arbeiðsumstøður

Ein av møguligu orsøkunum til, at vit síggja eina stóra útskifting nú er, at arbeiðsumstøðurnar hjá løgtingslimum eru alt ov vánaligar.

- Løgtingið var upprunaliga skipað sum eitt ráðgevandi amtsráð, og vit eru ongantíð rættiliga komin víðari enn tað. Verandi skipan krevur, at hvør politikari er ekspertur á øllum økjum, men samstundis hava teir ongar arbeiðsumstøður at virka undir, sigur Bogi Eliasen.

Hann sipar til, at tá tú verður settur í eitt skrivstovustarv, fært vanliga tú eitt pláss at arbeiða á og hava tíni ting og skjøl, samstundis sum tú fær ta útgerð, ið er neyðug til at kunna røkja títt starv.

- Men tá tú verður valdur í Løgtingið, fær tú ikki so frægt sum eina farteldu. Harafturat hava løgtingslimir einki kontór, har teir kunnu arbeiða ella goyma skjøl, ið skulu verða í trúnaði. Har eru nakrar skrivstovur á Gamla Apoteki, og í Løgtingshúsinum eru tríggir klivar, har tingfólk kunnu sita við eina teldu. Men hetta eru ikki nøktandi arbeiðsumstøður. Hevði talan verið um nakran annan fakbólk í landinum, høvdu fakfeløgini langt síðani havt talað at arbeiðsumstøðunum, sigur Bogi Eliasen.

Hann heldur, at tað er als ikki óhugsandi, at vaksandi arbeiðsbyrðan saman við vánaligu arbeiðsumstøðunum eru við til at gera, at fleiri politikarar velja at takka fyri seg.


Valdslutfallið er skeiklað

Ein annar stórur demokratiskur trupulleiki við vánaligu arbeiðsumstøðunum hjá løgtingslimum er, at tað lóggevandi valdið, sum Løgtingið er, hevur lítlan møguleika at halda útinnandi valdinum, landsstýrinum og umsitingini, í skák. Tískil er valdslutfallið í føroysku politisku skipanini skeiklað, heldur Bogi Eliasen.

- Tað dømandi valdið fáa vit ikki gjørt nógv við, tá tað er danskt, men lóggevandi valdið hevur ongan kjans móti landsstýrinum og umsitingini. Løgtingslimir hava umsitingina hjá Løgtinginum at brúka, men tað er bara ikki soleiðis føroyska skipanin virkar í løtuni. Løgtingslimir standa púra einsamallir upp móti almennu umsitingini, staðfestir Bogi Eliasen.

Hann metir, at vánaligu umstøðurnar hjá løgtingslimum eisini kann verða viðvirkandi til, at fleiri aftra seg við at bjóða seg fram.


Fáa ta skipan vit vilja hava

Sambært Boga Eliasen eru fleiri møguleikar at betra um politisku skipanina. Ein teirra er at styrkja um Løgtingið við at løgtingslimir fáa ráðgevar afturat sær.

- Tú vilt kanska siga, at hetta verður dýrt, men verður tað tað? Tað snýr seg um at raðfesta pengarnar. Um tú eitt nú setti tingmannatalið niður í okkurt sum 25, so hevði henda sparda lønin verið nokk til 16 hálvtíðarsettar ráðgevar. Hetta, saman við betri arbeiðsumstøðum kundi styrkt munandi um politisku skipanina, sigur Bogi Eliasen.

Men tað er ein trupulleiki sum ger, at politiska skipanin ikki fær betri arbeiðsumstøður.

- Um vit vilja hava eina betri politiska skipan, so mugu vit eisini vilja tað. Men eingin politikari torir at gera nakað við tað, tí teir verða hartaðir hvørja ferð, sigur Bogi Eliasen.