Tað var lítið hugaligt hjá áskoðarunum á Tórsvølli at hoyra, hvussu landsliðsleikarin Jákup á Borg lá og venaði seg á vøllinum beint fyri hálvleik, meðan hann helt um fótin. Jákup er ein spælari, ið sjáldan liggur og venar seg, og tí vóru tað mong, ið bóru ótta fyri, at talan var um okkurt heilt álvarsamt.
Tað gjørdist beinan vegin greitt, at Jákup ikki var førur fyri at spæla meiri, og hann bleiv borin á børu inn í umklæðingarrúmið, og síðani bleiv hann fluttur á Landssjúkrahúsið, har røntgenmyndir blivu tiknar av meidda fótinum.
Avskrivar ikki steypafinaluna
Tá ið vit hósmorgunin høvdu Jákup á Borg í telefonini, var hann við gott mót. Røntgenmyndirnar vístu einki brot, men okkurt kundi bent á, at nøkur liðbond vóru toygd.
- Onki er brotið, men eg havi fingið boð um at verða fullkomiliga í frið í eina viku. Eg havi nógva pínu enn, og ikki ber til hjá mær at stíga fótin til, sigur Jákup á Borg. Landsliðsleikarin ætlar sær tó at fáa so nógva viðgerð sum gjørligt frá fysioterapeutinum hjá HB næstu dagarnar, soleiðis at hann, um alt gongur serstakliga væl, fær verið við í steypafinaluni komandi hósdag. - Tað sær einki serligt út við møguleikanum fyri tí í løtuni, men eg fari so at gera alt hugsandi fyri, at eg fái spælt við í finaluni, sigur Jákup á Borg.
Føroyski landsliðsleikarin dylur ikki fyri, at hann óttaðist tað ringasta, beint eftir at skaðin var hendur. - Eg hevði eina ótrúliga pínu, sum eg ongantíð havi upplivað fyrr sum fótbóltsleikari, og tí var eg bangin fyri, at talan kanska var um eitt brot, men so er tíbetur ikki, sigur Jákup.
Um tað vísir seg, at Jákup á Borg ikki fær verið við á HB-liðnum í steypafinaluni á ólavsøku, er lítið at ivast, at talan er um stóran miss hjá føroyameistarunum, sum ætla sær at hevna finaluósigurin móti NSÍ fyri tveimum árum síðani, nú júst somu feløg aftur hittast á Tórsvølli ólavsøkudag.