Herfyri fann ein ruskinnsavnari í Havn ikki færri enn átta leysar knívar í ruskposa, sum hann skuldi bera.
Tórshavnar Kommnuna skrivar á heimasíðu sínari, at tað kemur javnan fyri, at hvassir lutir og annað, ið ikki skal vera í ruskposanum, kortini eru at finna.
Hetta kann verða vandamikið, tí ruskinnsavnarar kunnu illa verja seg fyri skaðum av slíkum lutum. Eitt nú verður posin ofta tikin á ryggin, og tá kann álvarsligur skaði standast av, um eitt nú knívar, knúst glas ella aðrir hvassir lutir liggja leysir í posanum.
Samskiparin hjá ruskinnsavningin upplýsir, at tá tílíkt hendir, so venda tey sær vanliga til tey, sum eiga ruskposan, og geva teimum eina vegleiðing um, hvat skal í vanliga ruskposan, og hvat eigur at verða gjørt við vandamikið burturkast.