Átta lond klár til HM

Eftir undankappingardystirnar leygarkvøldið stóð greitt, at tað nú eru átta lond, sum eru til reiðar at fara til Suðurafrika til HM-endaspælið. Ghana vann seg sum fyrsta afrikanska landið til endaspælið, tá teir vunnu 2-0 á Sudan. Hartil er Suðurafrika sjálvskrivaður luttakari, meðan Australia, Japan, Norðurkorea, Suðurkorea, Holland og Brasil eisini hava spælt seg til endaspælið.