Átta mánaðir fyri kynsligan ágang

Ein 50 ára gamal maður skal inn at sita í átta mánaðir fyri kynsligan ágang Ein 50 ára gamal maður hevur fingið átta mánaða treytaleyst fongsul fyri kynsligan ágang móti trimum dreingjum. Maðurin játtaði seg sekan, tá hann var í rættinum í síðstu viku.

Ákærin hevði kravt, at maðurin varð dømdur upp í 15 mánaðir í fongsul, men verjin mælti til seks til átta mánaðir, og hesum fylgdi rætturin.

Tann eini drongurin fær 5.000 krónur í endurgjaldi, og hinir báðir fáa 15.000 krónur hvør.

Kelda: Kringvarpið