Livar Nysted og hinir báðir menninir umborð á bátinum tRIO, hava nú róð í 20 dagar á teininum um Indiska Hav. Teinurin, teir rógva úr Australia til Mauritius, er 6.500 kilometrar.
- Ymsir trupulleikar hava verið, og ta einu løtuna vóru vit bangnir fyri, at øll útgerð umborð gekk fyri, og at vit máttu enda ferðina, sigur Livar Nysted.
Hóast trupulleikarnir hevur Livar Nysted góðar vónir um, at túrin fer at eydnast, og teir koma á mál á oynni Mauritius.
Hoyr Livar Nysted greiða frá ferðini her: