Amerikansku herdeildirnar standa nú stutt sunnan fyri irakska høvuðsstaðin Bagdad, og amerikansk og iraksk flogfør hava seinastu dagarnar bumbað irakskar verjustøðir við høvuðsstaðin.
Tað hevur leingi verið greitt, at irakska stýrið hevur savnað sínar bestu herdeildir, ta sonevndu tjóðarhirðina, kring Bagdad, og tí hava amerikansku og bretsku herovastirnir ávarað um, at bardagin um býin kann gerast harður. Tað er eisini greitt, at tjóðarhirðin er Saddam Hussein, forseta lýðin, og at hermenninir eru til reiðar at stríðast til seinasta mann.
Men samstundis óttast amerikanararnir fyri, at Saddam Hussein skal finna uppá at nýta kemisk vápn, gerst tað neyðugt. Ónevndar keldur í amerikansku stjórnarumsitingini søgdu í gjár, at irakska stýrið hevur teknað ein reyðan ring rundan um Bagdad. Koma amerikanararnir inn um ringin, fara irakar at nýta kemisk vápn ímóti teimum, søgdu keldurnar.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, sigur, at Saddam Hussein kann fara at nýta kemisk vápn ímóti sínum egna fólki og síðani geva amerikanarum og bretum skyldina. Við bretska sjónvarpið Sky News sigur Powell, amerikanarar hava fingið fatur á upplýsingum, sum benda á, at Saddam Hussein hevur slíkar ætlanir. Eitt nú skal irakski leiðarin hava eina ætlan um at nýta kemisk vápn ímóti irakum har suðuri í Irak.
Í gjár var ein amerikansk herdeild einar 100 kilometrar sunnan fyri Bagdad, samstundis sum ein onnur deild tók seg fram ímóti býnum eystari. Men tess nærri herdeildirnar koma Bagdad, tess harðari er mótstøðan, siga amerikansku heryvirmenninir.