Við Gjógv:Mánadagin 4. september fyllir Andrea Sivertsen við Gjógv 100 ár. Hóast beinini eru viknað og hoyrnin eitt sindur skerd, er hon rættiliga birg kortini.
Vit sita og práta í stovuni. Andrea, sum fyllir hundrað ár fyrsta dagin, situr við stokkum, og hon hevur ongar brillur. Eygunum bilar einki, greiðir hon frá. Hon hyggur upp og kveitir yvir á veggin, har klokkan hongur, at vita hvussu nógv klokkan er vorðin í kvøld. Og tað má sigast at vera óført av 100 ára gomlum fólki.
Andrea Sivertsen er ættað úr Jákupsstovu við Gjógv. Har vaks hon upp og giftist 20 ára gomul gjáarmanninum Christiani Sivertsen á Fløtti. Tey fingu átta børn.
Tey bygdu og fluttu í nýggj hús, og í hesum sama húsi býr Andrea enn dagin í dag, 80 ár seinni. Hon hevur ongantíð búð aðrastaðni enn við Gjógv. Tað man vera nakað nær einum meti.
Tað er ivaleyst nakað gott at búgva við Gjógv, um farast skal eftir, hvussu nógv fólk náa høgan aldur. Andrea er triðja fólkið við Gjógv, sum innan rímiliga stutta tíð fyllir 100 ár. Hini bæði vóru Drikka á Fløtti, sum varð 105 ára gomul, og Dia í Jákupsstovu, sum varð 101 ára gamal. Drikka varð gift við verfaðir Andreu, meðan Dia var bróðir Andreu.
Um tað er nakað serligt, sum ger tað, veit Andrea ikki at siga. Men hesum við kostinum, sum skal vera so sunnur, ivast hon kortini eitt sindur í. Tó eru tvey ting, hon ikki etur, greiðir hon frá. Tað eru spik og livur.
»Men eg havi etið nógva tálg«, flennir hon. »Mær dámar so óalmindiliga væl øgiliga nógva tálg í knettir«.
Nógv broytt
Nei, Gjógv er ikki tann bygdin hon einaferð var, minnist Andrea, meðan hon hyggur út gjøgnum stovuvindeygað, har Stórá fer skundandi framvið.
Nú eru bara tvey skúlabørn í bygdini. Annað lívið var, tá hon gekk í skúla. Tá vóru út móti 50 børnum í trimum flokkum, sigur hon. Lærari var bara ein, og tey gingu í skúla aðruhvørja viku. Aðruhvørja viku var lærarin í Funningi.
Men væl hevur ligið fyri kortini, tí øll dugdu tað, sum kravdist av teimum.
Andrea var gift við Christiani á Fløtti. Um Christian fortelur Andrea, at hann misti mammuna sum smádrognur. Har var einki hjá pápanum at gera annað enn at taka drongin við til skips. So lítli Christian á Fløtti fór til skips við pápanum,11 ára gamal. Og varð verðandi á sjónum alla sína tíð.
»Tað man ikki vera so vanligt, at dreingir fara í land av skipi at konfirmerast«, heldur Andrea. Men soleiðis var hjá Christiani.
Andrea greiðir frá barnaárunum við Gjógv, sum vóru, sum tey vóru hjá flestu børnum á bygd. Skúli aðruhvørja viku, spæl og arbeiði, har tey kundu gera nyttu.
Ongantíð ov lítið
Tey vóru fimm systkin í Jákupsstovu. Pápin var útróðrarmaður burturav, greiðir Andrea frá. Hann vann einans 100,- krónur við skipi alt sítt lív. Annars kom øll inntøkan frá útróðrinum. Landið gav eitt sindur, men okkurt mátti keypast, og teir pengarnir komu av sjónum. Har var lítið at taka av, men ongantíð fór hon at keypa við ongum pengum, sigur Andrea.
Hon steðgar á og smáflennir fyri seg sjálva. So sigur hon:
»Christian plagdi at arga meg við, at eg var uppvaksin við smáhøvdum í Jákupsstovu«.
Maðurin, Christian førdi skip, so hann helt ivaleyst, at høvdini á suðurlandstoskunum mundu vera frægari enn tey, gjáarmenn fingu á útróðri í Miðhavinum.
Hóast 100 ára gomul, fylgir Andrea við. Og í politikkinum er hon ikki eiðasør. Sjálvsstýrisfólk er hon og fjalir tað ikki.
»Eg havi búð í 80 ár í egnum húsi og vil ikki hava nakran at koma her at halda hús fyri meg. Soleiðis eigur tað eisini at vera við landinum«, er hennara meining.
Hon sigur, at í hennara ungu døgum vóru bara tveir møguleikar at velja í. Sambandsflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin. Í Jákupsstovu valdu tey Sjálvsstýrisflokkin. Og Christian á Fløtti, sum Andrea giftist við, var sannførdur sjálvsstýrismaður. Bóndansmaður.
Tað gav at býta, tá Jóannes Patursson kom til Gjáar at halda politiskan fund. Eingin vildi lata honum hús. Tá helt Christian á Fløtti, at tað skuldi ikki verða. Hús skuldi »Bóndin« fáa.
»Hann ruddaði so húsið í neðra. Bar alt innbúgvið upp á loftið og koyrdi meg upp aftan á við øllum børnunum«, greiðir Andrea frá.
So varð hildin politiskur fundur, har »Bóndin« talaði. Og tað var »smekkfult« hús.
Hon steðgar á og hyggur upp á blaðmannin. Hvussu nú? Best at vera eitt sindur fyrivarin, nú tað er Sosialurin, sum vitjar. So sigur hon:
»Eg havi ein granna, sum er so óføra trúgvur at vitja meg. Hann er líkasum meira til Sosialin«.