Johan Carl Dam hevur seinastu 40 árini verið drúgvur Liverpool-fjeppari, og tí er nærliggjandi at spyrja, um tað verður torført at verða rættvísur.
- Nei, tað skulu fólk ikki stúra fyri. So skjótt eg tríni á vøllin, so dømi eg rættvíst, líkamikið hvørji liðini eru, greiðir hann flennandi frá.
Er tað nøkur serlig løta við hesum Liverpool-leikarunum, tú minnist sera væl?
- Tað er fleiri ógloymandi løtur. Eitt nú, tá Alan Kennedy skoraði móti Real Madrid í Evropa Cup finaluni í 1981. Eg gleði meg sera nógv til hesa uppgávuna. Eg hevði so ongantíð væntað, at eg slapp at døma fleiri av leikarunum, sum eg havi sæð upp til, staðfestir Johan Carl Dam.
- uni