Túnfiskurin!

Hvussu ber tað til, at vit ikki sjálvir fáa nakað burtur úr túnfiskinum og at útlendsk skip hava fiskað her í fleiri ár uttan at tað hevur givið nakað í landskassan?

TEKNARI okkara og teknarin hjá øllum føroyingum, Óli P gjørdi á baksíðu blaðsins í farnu viku vart við eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í pressuni í seinastuni - túnfiskurin, sum hann málbar seg. Vit skulu ikki viðgera tekningina, tí hon talar sítt greiða mál bæði so og so. Men er tað veruliga so, at vit føroyingar liggja sjóvarfallið av okkum, meðan aðrir gera sær dælt!


AT japanskt skip kann fiska tunfisk í føroyskum sjógvi fyri góðar 20 mill. kr. eftir einum góðan mánað er heilt óhoyrt. Í hvussu er er tað fullkomiliga fremmant fyri okkum og helst eisini mongum øðrum føroyingum, at nakað slíkt ber til - um somu tíð, sum tað gongur niður á bakka í føroyskari fiskivinnuni á so nógvum økjum. Hvussu ber tað til, at eitt so dýrt fiskaslag er á okkara øki í fleiri mánaðir um árið, uttan at vit sjálvi rætta hond frá síðu at fáa tað til høldar! Vit duga ikki, vit hava ikki havt nóg nógva vitan osfr. Hetta eru svarini. Tað er rætt, at føroyingar hava roynt hetta áður, men at tað hevur ikki borið til. Spurningurin í dag eigur tí at verða: hvør myndugleiki í Føroyum ella hvør instansur sum so hevur ábyrgdina av at eitt so dýrt fiskaslag ikki verður veitt av okkum sjálvum. Farið er farið - og tí er spurningurin: hvør eigur nú at skunda undir, at føroyingar fara undir slíka veiðu. Eiga almennir stovnar, politikarar o.a. at ganga undan ella eigur hetta at verða latið heilt og fult upp til fría initiativið - til vinnuna!


EFTIR okkara tykki átti tað ikki at verið antin ella men bæði og. Okkara myndugleikar tað verið seg Fiskirannsóknarstovan ella annars stovnur átti saman við privatum at borið so í bandi, at her hendi nakað.


EIN heilt annar spurningur í sama viðfangi er, hvussu tað ber til, at vit hava loyvt útlendskum skipum í kanska fleiri ár at fiska á føroyskum øki, uttan at hesi skipini hava fingið boð um at halda seg burtur ella at gjalda lisens fyri at fiska! Sambart úttalilsi hjá einum av eygleiðarunum, sum er við japonsku skipunum, so hava útlendsk skip fiskað her í áravís og hevur tað ikki givið eina krónu til føroyska samfelagið.


TAÐ sýnist fyri okkum sum um at tørvur er á betri samskipan og samstarvi millum ávísar almennar stovnar eitt nú Fiskirannsóknarstovuna og Vaktar- og Bjargingartænastuna. Vitanin hjá FRS. um útlendska fiskiskapin átti automatiskt at verið tilgongilig á V&B og øvugt. Í síðsta enda hevði tað ganga landinum og vinnuni. Vit siga ikki við hesum, at umrøddu stovnar ikki gera sítt arbeiði, sum teir eiga. Vit vilja bert vísa á nøkur viðurskifti, sum átti at fingið størri prioritet. Er so orsøkin tann, at stovnarnar hava ov avmarkaða orku, so er hetta nakað, sum átti at verið tikið upp. Tí tað kann ikki vera rætt, at fyri tað fyrsta lata vit føroyingar vera við at fiska sera dýran fisk, sum svimur í okkara egna sjógvi og harnæst lata vit aðrar sleppa at fiska sama fisk uttan at lata okkum nakað aftur fyri. Her hugsa vit ikki um royndarveiðuna hjá teimum báðum japonsku skipunum.