13,2 prosent av føroyskum mammum hava ábendingar um, at tær hava lyndi til, ella hava barnsburðartunglyndi. Hetta vísur kanning hjá Gigni frá 2012 og 2013, sum umfataði 920 kvinnur. Allar føroyskar mammur verða kannaðar fyri tunglyndi, tá barnið er átta vikur gamalt.
Kanningin vísir umframt, at hesum høvdu 3,6 prosent av mammunum, tørv fyri einum meira málrættaðum innsatsi.
Mammur, sum hava lyndi til tunglyndi, fáa í fyrstu syftu tilboð um tríggjar eyka samtalur við heilsufrøðing, og eftirfylgjandi verður kannað av nýggjum. Í nógvum førum gevur hetta mammuni ein munandi sálarligan lætta. Ofta eru hesar samtalur við heilsufrøðingi, tað sum skal til, fyri at mamman fær tað betur, soleiðis at tunglyndið lætnar, greiðir Maria Matras, heilsufrøðingur, frá.
Tað er so sera umráðandi at hesar mammur verða funnar tíðliga og fáa skjóta og rætta hjálp beinanvegin, soleiðis at avbjóðandi sálarliga støðan ikki skal mennast skeiva vegin, og fáa neiligar avleiðingar fyri mammu og barn, sigur hon.
Meir er at lesa um evnið í Vikuskiftis Sosialinum, sum er á gøtunum í morgun.