Olja
Í samrøðu við Sosialin fyri tveimum árum síðan, segði Janus Rasmussen, sum nú er stjóri í Faroe Bunkers, at lítil ivi er um, at eftirspurningurin eftir tungolju í Føroyum verður veksandi, sum árini ganga.
Vítt hugtak
Ætlanin at byggja goymslu til tungolju í Fuglafirði er eftirhondini fleiri ára gomul. Hetta er ein ætlan, sum arbeitt hevur verið við heilt síðan í desember 2002.
Men hvat er so tungolja? kunnu vit spyrja.
-Tungolja er ikki bara tungolja. Hetta er nevniliga eitt nokso vítt hugtak, sigur Janus Rasmussen.
Hann vísir á, at tungolja finst í fleiri ymiskum blandingum.
Í samrøðuni fyri tveimum árum síðan, segði stjórin, at málið hjá teimum er at kunna veita alla ta olju, sum viðskiftafólk hava brúk fyri.
Ymiskir spurningar
Nú vit aftur tosaðu við Janus Rasmussen í morgun, spurdu vit eisini, hvussu felagið fer at skipa seg, tá ið klárt er at keypa og selja olju í Fuglafirði.
- Hvussu vit fara at skipa okkum við fólki og flutningi av olju, eru spurningar, sum verða tiknir upp, tá ið tíðin nærkast, at vit kunnu byrja at keypa og selja, sigur stjórin.