Jonhard Eliasen
------
Vegakervið skal útbyggjast við tunlum um Skopunarfjørð og millum Skálafjørðin og Havnina. Hesin boðskapur frá politisku skipanini er greiður. Ógreitt er tó, hvussu íløgurnar skulu fíggjast.
Við at lánsfíggja íløgurnar er vandi fyri, at skuldin hjá landinum gerst kostnaðarmikil, líka mikið um aðrar eindir enn landskassin standa fyri íløgunum ella ikki. Íleggjarar og ratingstovnar hyggja ikki bert eftir landskassanum, tá ið avgerð verður tikin um at veita fígging, men eisini at partafeløgum og øðrum eindum uttan fyri landskassan, sum eru nær tengdar at landskassanum og politisku skipanini.
Verandi samgonga hevur ikki fingið tamarhald á landskassahallinum, hóast búskaparligu fortreytirnar hjá okkum eru munandi frægari, enn tær eru hjá flestu londunum í Evropu. Hallið í fjør varð hægri enn árið fyri. Og hallið í ár verður munandi hægri enn í fjør.
Við verandi fíggjarlógarkarmi fyri komandi árini eru útlit til, at bruttoskuldin hjá landskassanum um fá ár fer upp um 6.000 mió kr. Nakrar túsund mió kr skulu leggjast afturat hesi upphædd í samband við virðið á eftirlønum til tænastumenn, landsstýrisfólk og onnur. Her er talan um skuld, sum enn ikki er sjónlig í roknskapi landsins. Fíggingin av nevndu undirsjóvartunlum – og seinni einum tunli undir Suðuroyarfjørð við – er tí ein avbjóðing.
Tá ið politisk avgerð verður tikin um at binda landskassan (beinleiðis og óbeinleiðis) til lánsfígging, er neyðugt at hava í huga, at økt skuld kann hava við sær, at ratingin versnar og at rentuútreiðslurnar við hesum vaksa. Somuleiðis eiga atlit at verða tikin til, at rentustøðið í søguligum høpi er lágt, og at støðið um nøkur ár kann gerast munandi hægri, enn tað er í dag. Við hesum er tí ikki óhugsandi, at árligu rentuútreiðslurnar hjá landskassanum økjast við 200-400 mió kr í mun til núverandi støði.
Einskiljing
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur fyri kortum lagt upp til kjak um einskiljingar. Hetta er viðkomandi mál at seta á dagsskrá, tí bæði fólkaræðislig og búskaparlig frambrot kunnu fáast í lag, um politiska skipanin megnar at handfara hetta málið skynsamt.
Kjakið, sum Vestergaard leggur upp til, snýr seg um landsjørð. Ognirnar kunnu ‘realiserast’, sum hann málber seg. At realisera merkir vanliga, at jørð ella onnur ogn verður seld - at ognin verður umgjørd til peningaogn, sum síðan aftur kann fara til nýtslu ella keyp av øðrum ognum, t.d. tunlum. Fyri at finna fram til ‘rættan’ søluprís er neyðugt at skipa søluna við útboði og kunnu leiðreglurnar fyri einskiljingar, sum landsstýrið áður hevur kunngjørt, nýtast í hesum høpi.
Vildi tó ynskt, at einskiljingarnar, sum Vestergaard ynskir umrøddar, eisini fevndu um onnur øki enn landsjørð.
Í altjóða høpi verður sagt, at einskiljing fer fram:
1. tá ið almenn fyritøka við sølu ella á annan hátt verður latin privatum til ognar
2. tá ið jørð, bygningar, maskinur og annar framleiðsluútbúnaður hjá tí almenna verður latin privatum til ognar
3. tá ið framleiðsla av tænastum, sum tað almenna hevur staðið fyri, verður útveitt til privat
4. tá ið íløguverkætlanir verða skipaðar í ‘almennum-privatum samlagi’ og
5. tá ið alment náttúru-tilfeingi verður latið privatum at gagnnýta við ella uttan tíðaravmarking
Við hesi allýsing í huga gerst greitt, at einskiljingar hvørt ár fara fram í stórum. Hugsi her fyrst og fremst um einskiljingar, sum Fiskimálaráðið stendur fyri, og sum støðugt fara fram við útluting av fiskiveiðirættindum í føroyskum sjógvi og øðrum farvatni, har Føroyar í samráðingum við onnur lond hava vunnið sær rættindi.
Í einskiljingarhøpi er her talan um týdningarmikil virði, sum eru í lands- og tjóðarogn. Útlutingarhátturin í sambandi við hetta tilfeingið er tó millum teir mest óhepnu, ið hugsast kunnu, tí hann hóttir rættartrygdina og elvir til korruptión. Undantak kann sigast at vera marknaðarliga útlutingin av 13,3% av makrelkvotuni, sum ásett varð fyri árið 2011.
Ógreiða og ikki-marknaðarliga prísásetingin í sambandi við útluting av fiskiveiðirættindum er í løtuni nógv tað størsta málið, sum politiska skipanin átti at raðfest fram um øll onnur vinnu- og fíggjarmál. Útlutingarskipan eigur at verða fingin í lag, ið avmarkar grovu kappingaravlagingina innan sjálva fiskivinnuna og ta kappingarskeikling, sum galdandi er millum fiskivinnuna og aðrar vinnur.
Veiðirættindamarknaðurin
Innan veiðirættindamarknaðin hevur gongdin seinnu árini verið tann, at virkin sekunderur marknaður við veiðirættindum hevur tikið seg upp. Á hesum óskipaða og gráa marknaði verða veiðirættindini prísásett eftir marknaðartreytum. Órógvandi fyri hendan marknaðin er sjálvandi, at veiðirættindi undir verandi lóggávu ikki kunnu seljast og keypast millum fyritøkurnar, uttan at amboðini - skipini - fylgja við í handlinum. Somuleiðis er lítið gjøgnumskygni galdandi á hesum sekundera marknaði. Politiska skipanin hevur - undantikið royndina, sum varð gjørd í 2011 á Fiskamarknaða Føroya - ikki ynskt primera marknaðin at virka. Einasti, sum ikki skal hava loyvi at finna marknaðarligan prís á veiðirættindum, er ultimativi eigarin – hin føroyski skattgjaldarin.
Miðalprísurin á makrelveiðirættindunum, sum landið seldi í 2011, var 360 oyru/kg. Hægstu boðini táttaðu í 6 kr/kg. Við verandi kvotunøgdum av makreli, sild og øðrum er neyvan torført at ímynda sær, at trupulleikar at fíggja útbygging av undirstøðukervinum til at binda suður- og norðurøki saman ikki nýtast at vera so stórir. Hetta, sjálvt um roknað verður við munandi lægri miðalprísi enn honum, ið staðfestur varð í 2011.
Fígging av Sandoyartunli v.m. við einskiljingum
At tingfólk, sum fram um alt siga seg ynskja, at Eysturoyar- og Sandoyartunlar gerast veruleiki, ikki vísa á sølu av veiðirættindum og einskiljingar annars, er mær ein gáta.
Munandi íkast til fígging av samfelagsútbyggingum kundi verið útvegað við marknaðarligari útluting av nýtslurættindum til náttúrutilfeingi, har talan er um ‘tjóðarogn’.
Í øðrum førum, har talan um almennar ognir, og sum hóska seg at liggja undir vanligum privatum ognarrætti, eru eisini møguleikar.
Lítið høpi er í hjá okkum skattgjaldgjaldarum - umvegis landskassan og politisku skipanina – at eiga í t.d. BankNordik og Realinum. Sama kann sigast um ognir okkara í SEV og Føroya Tele, sum ikki hava við grundleggjandi kervispartin at gera.
At ‘realisera’ hesar ognir og í staðin brúka peningin til samferðsluútbyggingar gevur meining. Vil, sum skattgjaldari, nógv heldur vera ‘eigari’ av Viðareiðis-, Eysturoyar-, Sandoyar- og Eysturoyartunli enn ‘eigari’ av t.d. landsjørð og flestu av almennu fíggingarstovnunum.
Og um rætt verður atborðið, skuldi peningur eisini rokkið til at raðfest íløgur til fróðskaparsetur á altjóða støði og onnur øki, sum veruliga kunnu gera mun, um ræðandi demografiska gongdin skal vendast.