Tunnil til Suðuroyar: Suðuroyarvegurin loysir seg

Sjón gongur fyri søgn, tá talan er um, hvusssu nógv gagn vit hava fingið burtur úr út­bygg­ing­ini av undirstøðukervinum norð­an­fyri. Hetta fer tó bert at vera ein við­fán­ing­ur samanborið við tað, sum fer at henda, tá ið Suð­ur­oyggin sleppur at royna seg á jøvn­um føti við hinar oyggjarnar, tí hon slepp­ur undan tí ovurstóra útjaðaraskatti, sum hon nú knugggar undir.

Tað sigur Zakaris Wang, samfelagsfrøðingur, rithøvundur og fyrrverandi studentaskúlalærari, í tíðargrein í Sosialinum hetta vikuskifti.

 

– Søguliga sæð hava suð­ur­oyingar verið lokomotivið í før­oysku menningini. Allir føroyingar hava nógv at gleða seg til, tá suðuroyingar um tíggju ár fáa javnrættindi til at nýta sín dugna­skap í føðioynni. Hetta kann suðuroyarvegurin elva til, og tí loys­ir tað seg at fáa hann gjørdan sum skjót­ast, skrivar Zakarias Wang í tíðargreinini. Og hann heldur fram:

 

– Tað var í átta­ti­áru­num, at tað kom fram, at tað bar til at gera vegir í un­d­ir­sjóv­ar­tunl­um til bilar at koyra ígjøgnum, og tað sóu føroyingar eisini – og framskygd fólk hildu, at hetta átti eisini at verið gjørt í Føroyum.

Zakarias Wang skrivar millum annað, at Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, longu fyri 40 árum síðani vildi kanna, hvat tað kostaði at gera undirsjóvartunlar til allar oyggjar í Føroyum. Hann skrivar millum annað soleiðis í tíðargreinini, sum kann lesast í fullum líki í Sosialinum hetta vikuskiftið:

»Mæti landsverkfrøðingur okkara, Mikkj­al Helms­dal bað næsta mann sín Heina Olsen um í djúpastu loynd at tekna und­ir­sjóv­ar­tunl­ar eftir vardøleistinum (sum tey gjørdu í Noreg tá) til allar oyggjar. Hetta varð beinanvegin lagt fyri løg­mann, sum vendi tummilin niðureftir, so eingin fekk nakað at vita. 

Men tíðindini um tað, sum var hent í Vardø, kundu ikki krógv­ast fyri almenninginum í Føroyum. Í fýra greinum í blaðnum 14. september var víst á, at um vit játtaðu landsverki 60 mill­i­ónur um árið kundu vit uttan lántøku og utt­an tunnilsgjald fáa undirsjóvartunlar til Vág­ar, Norðoyggjar, Sandoynna og Suð­ur­oynna innan 2008, um vit settu á í 1989. Tá fóru Føroyar sanniliga at gerast eitt sam­haldsfast samfelag. 

 

##med2##

Vegastrekkið úr Havn­ini til Tvøroyar kom at vera sum strekkið frá Havnini til Vestmanna. Í 1989 fór landsverk undir vágatunnilin eft­ir hesum leisti. Men politiska skipanin støðgaði hesari verk­ætlan, og tí hava vit ikki enn fingið koyr­i­veg til Suðuroyar, sum vit høvdu fingið í 2008, um rætt var atborið. 

Nú fjúrtan ár seinni kunnu havnarmenn nátt sum dag koyra til Vestmanna, men er ætlan teirra at sleppa til Tvøroyrar er annar glymur dansur!«