Eykalutir koma úr Noregi í dag, og so verður farið undir at umvæla brekið í Norðoyatunnlinum, har tað kann roknast við, at ferðslan verður órógvað, meðan brekið verður umvælt Lekin á pumpurørinum í Norðoyatunlinum ber ikki við sær í fyrstu atløgu, at Norðoyatunnilin verður stongdur.
Í tíðindaskrivi, sum varð sent klokkan 01.25 í nátt sigur nevndarformaðurin í partafelagnum Norðoyatunnilin, Bergur í Garði, at ein neyðskipan skal tryggja ferðsluna komandi dagarnar, nú hol er komið á rørið, sum pumpar vatn úr uppsamlingsbrunninum á botni í tunnlinum.
Eykalutir skulu fáast úr Noregi til rørleiðingina. Hesir koma til Føroya í dag, og so verður farið undir umvælingina.
Tunnilin verður ikki stongdur, men tað kann roknast við, at ferðslan verður órógvað. Hon verður leidd ígjøgnum eftir avtalu við løgregluna.
Bergur í Garði sigur, at tunnilin hevur bert eina rørleiðing, og at tí er talan um ein álvarsligan trupulleika. Tilbúgvingarskipanir felagsins hava verið gjøgnumhugdar fyri stuttum, ísambandi við streymslitið av ódnini í januar/februar. Tá var júst henda støða, sum nú er íkomin, viðgjørd. Nevndin samtykti tá, at fara undir at endurskoða allar tilbúgvingarskipanir felagsins. Hetta arbeiðið er í gongd. Verandi tilbúgvingarskipanir fylgja vanligum standardum á økinum, sigur Bergur í Garði, formaður í nevndini fyri partafelagið Norðoyatunnilin.
Seinnapartin í gjár vísti dagliga eftirlitið, at ov nógv vatn var í uppsamlingarbrunninum á botninum. Eftir nærri kanningar, varð funnið fram til, at ikki líka nógv vatn varð pumpað út, sum lak í brunnin.
Síðani hevur ferðslan verið tarnað, tí sløkkiliðsbilar hava pumpað tað, sum skipanin ikki megnar.