Drúgva kjakið um undirsjóvartunlar er fyribils endað við eini breiðari semju millum allar flokkar á løgtingi, umframt uttanflokkatingmannin Gerhard Lognberg.
Samgongan er kúvend 180 stig í mun til sína upprunaætlan at lata privat fíggja, gera og reka Eysturoyartunnilin. Nú verður arbeitt við eini almennari loysn, ið tó letur dyrnar á glopp fyri privatum ábyrgdarpeningi, um tað vísir seg at vera ein góð loysn fyri nýggja, almenna tunnilsfelagið.
Bjørt Samuelsen hevur eygleitt gongdina á síðulinjuni. Sum landsstýriskvinna í vinnumálum í CHE-samgonguni stutta tíðarskeiðið frá februar til september 2008 arbeiddi hon eisini við eini tunnilsætlan.
Í seinnu helvt av maj 2008 varð ætlanin somikið liðug, at hon varð løgd fyri landsstýrið.
- Tann leisturin, ið tá varð lagdur fyri dagin, er nærum meinlíkur tí leisti, sum nú aftur liggur á borðinum, sigur Bjørt Samuelsen.
Tá var ætlanin at stovna eitt alment partafelag til at gera báðar tunlarnar. Fyrst Eysturoyartunnilin og síðani Sandoyartunnilin. Landið skuldi seta 50 milliónir krónur í almenna tunnilsfelagið um árið í 10 ár. Tilsamans 500 milliónir.
- Eftir tí ætlanini skuldi borurin setast í Eysturoyartunnilin í 2009, og í Sandoyartunnilin í 2012. Raðfylgjan var ein avgeandi fortreyt, tí Eysturoyartunnilin fer jú at kasta pengar av sær, sum so verða brúktar til Sandoyartunnilin, ið neyvan klárar at skapa størri inntøku enn bara sín egna rakstur, sigur Bjørt Samuelsen.
Rumbul
Lógaruppskotið hjá Bjørt Samuelsen bleiv tó ongantíð borið í løgtingið. Fyri fólk inni í samgonguni var tað ein ov stórur biti at svølgja, at Eysturoyartunnilin varð tikin fram um Sandoyartunnilin. Ónøgdin var eisini stór millum sandoyggjarfólk, sum møttu fjølment í túninum í Tinganesi fyri at vísa sína ónøgd.
- Ja, eg skilti væl ónøgdina hjá sandoyggjafólki. Tey høvdu jú eina lóg at fyrihalda seg til, sum segði at Sandoyartunnilin skuldi gerast. Men trupulleikin við tí lógini var bara, at har fylgdi ikki ein króna við. Har var eingin fígging aftanfyri, sigur Bjørt Samuelsen.
CHE-samgongan helt bara í átta mánaðir, áðrenn hon skrædnaði. Tunnilstelvingin gekk sína gongd, heilt yvir í privatu loysnina burturav, sum í fjørheyst tók lívið av bæði landsstýrismanninum í innlendismálum og sjálvum aðalráðnum. Uppskotið spøkti tó aftur í fjørsummar, tá Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen í felag løgdu fyri tingið uppskot um at stovna alment partafelag at byggja og reka báðar undirsjóvartunlarnar.
Fíggingin
Afturi í 2008 varð ætlanin, at landskassin skuldi koma við tilsamans 500 milliónum krónum til almenna tunnilsfelagið, 50 milliónir um árið í 10 ár. Eftir nýggja leistinum skal landskassin seta 400 milliónir krónur í felagið, hetta til 2024. Talan er um pengar, sum longu eru settir av á langtíðar íløguætlanini, og teir koma tí ikki at ávirka aðrar ætlanir.
Enn stendur spurningurin tó opin, hvørt tær 400 milliónirnar eru nóg mikið. Somuleiðis stendur opið, hvørt og í hvønn mun landskassin skal veðhalda fyri teimum lánum, sum almenna tunnilsfelagið skal taka til íløgurnar, ið væntandi gera umleið tvær milliardir krónur tilsamans. Komandi samráðingar við fíggingarstovnar fara at vísa, hvat ber til og ikki.
Sjálv heldur Bjørt Samuelsen, við støði í fyrireikingararbeiðnum í Vinnumálaráðnum afturi í 2008, at aktuella loysnin eigur at lata seg gera í praksis.
- Tað sá skilagott út tá, hóast rentustøðið var væl hægri enn tað er í dag. So jú, tað eigur at bera til, serliga tí at Eysturoyartunnilin kemur at geva eina góða inntøku fyri felagið, sigur Bjørt Samuelsen.
Sambært fyrrverandi landsstýriskvinnuni var spurningurin um landskassaveðhald ikki endaliga avgreiddur tá í 2008.
- Nei, so langt komu vit ikki. Alt annað líka eigur tað at gera tað lættari at fáa lán, tá almennu Føroyar standa aftanfyri. Tørvurin á landskassaveðhaldi verður væl partur av samráðingunum millum felagið og lángevarar, sigur Bjørt Samuelsen.