Vit sita í bussinum, sum skal vestur í Vágar ? vit skulu til Danmarkar, og hetta sera gávuríka og gevandi prátið fer fram nøkur setur aftanfyri okkum. Vit vóru so dánt komin niðan til rundkoyringina beint við Smyril Line, so hendi tað: "Det er et yndigt land", "Jesus bleibet meine Freude", "Tú alfagra land mítt" ? tað floymir út í bussin og inn í oyrað mitt í útvarpstíðindunum, sum ikki hava ein livandi kjans í øllum hesum meldrinum av telefonsangløgum.
"Du må hellere ta? bussen i dag og husk at ta? noget op fra fryseren til aftensmaden, før du ta?r afsted. Hej". Á ja. Her er ein jassur, sum ikki vil, at "dáman" skal brúka bilin, sum bert stendur í túninum kortini. Og sjálvandi væntar hann, at nátturðin er komin undir land og tilgjørdur, tá hann troyttur og útlúgvaður ? hann hevur jú ferðast allan dagin ? kemur heim til konu og børn í Ballerup. Hetta er hann við "Det er et yndigt land". Ein er væl tjóðskaparligur, sjálvt um ein ferðast.
So er tað hin við "Jesus bleibet meine Freude". Adagio. Hóskar væl til útsjóndina. Hann sær øgiliga týdningarmikil út ? kanska er hann embætismaður ella okkurt annað álvarsligt. Eg havi ein lúnskan illgruna um, at hann hevur gjørt eina avtalu við onkran, sum ringir til hansara við jøvnum millumbilum, so vit, sum bara hava hug at lata gluggarnar aftur og kanska hugsa um einki eina løtu, verða væl og virðiliga mint á, at onnur kunnu so sanniliga ikki bara leggja seg afturá- nei, nei. Tað ræður um at vera tøkur ? nátt og dag. Sum danir taka til: "At være på". Gud náði tann, sum ikki "er på". Hann gerst eftirbátur og tað við lít. (Kann ikki lata vera við at hugsa um, tá menn róptu yvir um fjøll ? tað var tátíðarinnar slag at fartelefon, og væl bar til).
"Har du husket at aflevere kontrakten? Nej, men altså, skat, du ved jo, at den skulle afleveres i går". Siti og durvi ? nú helt eg, at friður fór at valda eina skamma stund ? kanska til vit eru komin til Kvívíkar, men gakk! Sáttmálin skal gjøgnumgangast væl og virðiliga, so alt er uppá pláss og íbúðin komin undir land. So veit eg tað! Kanska kann eg onkuntíð sleppa at læna hana, tá vit eina aðru ferð fara til Danmarkar. Hvør veit.
Nú er friður eina løtu. "Tú alfragra land mítt" hevur givið skarvin yvir og er sovnaður, stakkalin. Vónandi hevur hann slókt fartelefonina (eg ivist stórliga).
Nú bíða vit bert eftir, at onkur telefon fer at ringja, og vit aftur verða partar av heimalívinum hjá viðkomandi. Kann verða eitt sindur pínligt við hvørt. Tað er ikki altíð so spennandi at gerast óviljaður partur av ósemjum á ymiskum heimabeitum. Havi sitið við døgurðaborð saman við fólki, eg ikki kendi so væl og hoyrt telefonsamrøðu ? var við at fáa brúnu sósina í rangastrúpan, tá eg var vitni til - tí eg sat undir liðini á telefonprátaranum - at ávísur persónur júst var fluttur frá konu og børnum. Ikki serliga heppið. Onkursvegna hevur hetta eisini sníkt seg inn í okkara máltíðir ? nú práta fólk í telefon, meðan tey eta grind og spik. Ja, mangt er forborgið.
Herfyri skuldi eg til eitt stórt tiltak, sum eg hevði glett meg til leingi. Eg hevði hampað meg eftir besta førimuni ? hevði latið meg í mítt besta stás og helt, at nú kundi eg fevna alla verðina. Komin innar í forhøllina, har tiltakið skuldi fara fram, og prátið gekk av tí allarbesta, kom ávísur persónur yvir til mín at práta og stytta sær stundir Hetta var óført helt eg. Eitt gott prát um hetta og hatta, og so inn til eitt rimmar tiltak,........til fartelefonin hjá honum ringdi. Eitt, tvey trý, so fór hann spjálkandi yvir eftir gólvinum og prátaði og flákraði, so guvurin stóð í allar ættir ? og har stóð eg. Kendi eg meg býtta? Gjørdist eg illa við? Ja! Havi hampiliga stórt sjálvsálit, men Gud hjálpi teimum, sum, í einari slíkari støðu, kanska ikki eru so braneggjað sum eg.
Og so kemur tann brennandi spurningurin: "Skal eg nakrantíð hava fartelefon? Neyvan!