Politiska trýstið er stórt á Kára P. Højgaard, sum hevur sett seg tungt oman á sáttmálan við Copenhagen Infrastructure Partners. Bæði Rættarnevndin og Landsstýrismálanevndin vilja sleppa at síggja sáttmálan. Men hóast trýstið, so tvíheldur landsstýrismaðurin um, at at sáttmálin er og verður loyniligur.
- Men eg vil fegin svara uppá allar teir spurningar, sum løgtingið hevur til sáttmálan, sigur Kári P. Højgaard.
Upprunaliga skuldi sáttmálin undirskrivast 27. juni, men eftir politiskt trýst varð dagurin útsettur til 1. september.
- Eg havi gjørt ein sáttmála út frá tí heimild, sum løgtingið gav landsstýrismanninum, sigur Kári P. Højgaard og heldur fram:
- Sáttmálin verður ikki viðgjørdur í løgtinginum. Løgtingið skal bara viðgera tað lógaruppskot, sum er lagt fyri løgtingið.
Innlendismálaráðið hevur sjálvt staðfest, at lógaruppskotið er smíðað, beinleiðis út frá tí sáttmála, sum framvegis er loyniligur. Grundgevingarnar hjá løgtingsnevndunum fyri at krevja at síggja sáttmálan er, at tá lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum er smíðað beint upp ímóti sáttmálanum, so kann løgtingið ikki viðgera lógaruppskotið uttan at kenna sáttmálan.
Men tað ber væl til, sambært landsstýrismanninum í innlendismálum.
- Løgtingsnevndirnar fáa svar uppá allar spurningar, sum tey seta, sigur Kári P. Højgaard.
Men samstundis er greitt, at hvørki Rættarnevndin, Landsstýrismálanevndin ella løgtingið annars sleppa at síggja sáttmálan. Kári P. Højgaard tvíheldur um, at hann hevur avtalað við Copenhagen Infrastructure Partners at sáttmálin er í trúnaði, og soleiðis verður tað.