Alfred Olsen, løgtingsmaður
Eg fegnis um, at Landsverkfrøðingurin í bløðunum mikudagin, boðar frá, at hann ikki mótarbeiðir tunnilsverkætlanini millum Skálafjørðin og Tórshavn. Hinvegin vóni eg, at LV við síni stóru vitan, framyvir kemur at luttaka aktivt í hesi spennandi og nýskapandi tunnilsverkætlan.
Vega- og tunnilsætlanin hjá Landsverkfrøðinginum.
Í blaðgreinini sigur Landsverkfrøðingurin, at teir hvørki hava arbeitt ímóti tunnilsverkætlanini ella gjørt eina vega- og tunnilsætlan í Suðureysturoy.
Men veruleikin er tann, at Landsverkfr. hevur gjørt eina vega-, brúgva- og tunnilsætlan fyri Suðureysturoy, sum teir hava fundast við Sjóvar-, Skála-Runavíkar- og Nes kommunur um.
Tunlar og vegir í hesi ætlan eru:
Tunnil millum Skálafjørðin og Selatræð. Undirsjóvartunnil millum Saltnes og Strendur og ein undirsjóvartunnil millum Morskranes og Signabø.
Vegaætlanirnar gingu millum annað út uppá, at gera veg frá tunlinum á Selatræð og suður til Morskranes og frá Raktanga norður til undirsjóvar-tunnilin millum Morskranes og Signabø.
Brúgvin.
Ætlanin innihelt eisini eina stabbabrúgv tvørtur um Skálafjørðin, sum eina møguliga betri loysn enn undirsjóvartunnilin, men fyri at koma til brúnna, skuldi ein landsvegur við einum fríøki uppá 30 metrar til báðar síður, gerast úr Runavíkini og gjøgnum eitt tað besta útstykkingarøkið til sethús v.m. á Skálafjørðinum, sum er á eystursíðuni á Høganesi, út til brúnna millum Saltnes og Strendur.
Undirsjóvartunnilin Skálafjørður - Tórshavn.
Men veruleikin var tann, at verkætlanin um ein undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Tórshavn, als ikki var tikin við í ætlanunum hjá LV. sjálvt um bæði landsverkfrøðingurin og landsstýrismaðurin vóru við tá henda verkætlanin var løgd fram og fingu eintak av ætlanini.
Men hóast hetta, so gekk øll verkætlanin hjá landsverkfrøðinginum einans út uppá, at ferðsluna úr Eysturoynni skuldi leggjast yvir Signabø og har-frá víðari.
Hetta var orsøkin til, at eg loyvdi mær at siga, at landsverkfrøðingurin mótarbeiddi verkætlanini um undirsjovartunnil millum Skálafjørðin og Tórshavn.
Keðiligar avleiðingar.
Ætlanin hjá landsverkfrøðingum hevur nógvar óhepnar fylgir við sær. Brúgvin hevur óhepnar fylgir fyri umhvørvið umframt framtíðar nýtslu og marknaðarføring av Skálafjørðinum, sum oljuhavn v.m.. Vegaføringin hevur sera óhepnar fylgjur fyri útstykkingina undir Høganesi. Undirsjóvartunnilin millum Saltnes og Strendur er ikki lagdur rætt. Neyðugt atlit til umhvørvið er ikki tikið við. Nýtsla av grótinum úr undirsjóvartunlinum til ídnaðarøkir v.m. við brúgvaprojekti hvørvur, og soleiðis kundi eg hildi fram.
Men ætlanin hjá Landsverkfrøðinginum manglaði totalt tað fíggjarliga atlitið, tí bæði í samband við íløgu og rakstur vildi ætlanin viðføra eina fíggjarlig útreiðsla fyri landskassan.
Mótvegis hesum verður tann privata undirsjóvarverkætlanin millum Skálafjørðin og Tórshavn, fíggja uttan fyri landskassan og raksturin geva yvirskot, tí ferðslan verður so nógv og gjaldið lágt, umframt at tíðar-sparingin hevði verið millum 30 og 60 min. hvønn vegin.
Nýhugsan.
Tí gleðir tað meg, at landsverkfrøðingurin nú alment boðar frá, at hann ikki mótarbeiðir tunnilsverkætlanin og eg vóni, at stovnurin framyvir kemur at luttaka positivt í hesi nýhugsandi verkætlan, sum vísur á nýggjar fíggingar- og rakstrarmøguleikar, ið eru uttan fyri landskassan, og sum avgjørt eiga at vera royndir.