Turið fekk krabba: Hugsaði allarmest um børnini

BLOGGUR: Turið av Teiginum Jacobsen bloggar um bróstkrabba.

Tað er ljósareyði oktober, og tað merkir, at kvinnur í hesum døgum varpa ljós á bróstkrabba. Ein bólkur av kvinnum, sum rópa seg Krabbakvinnurnar, blogga um, hvussu tað er at hava bróstkrabba – við øllum tí, sum hartil hoyrir. Hendan bloggin hevur Turið av Teiginum Jacobsen skrivað. Hon fekk bróstkrabba í august í fjør, 43 ára gomul. Les fleiri bloggar frá Krabbakvinnunum í Vikuskiftis Sosialinum í kvøld. Í kvøld kl. 19.00 verður somuleiðis kvøldaseta við hesum Krabbakvinnum í Reinsarínum. Á skránni er millum annað frásagnir frá fleiri kvinnum, ið hava havt bróstkrabba.

 

At fáa staðfest bróstkrabba í august 2016 føldist sum at vinna í lotto uttan yvirhøvur at hava keypt nakran lotto-seðil. Hevði aldri trúð, at eg skuldi fáa bróstkrabba.

Eg havi gjøgnum árini merkt regluliga eftir bróstunum, og haldi meg ikki hava merkt nakað óvanligt. Men tá eg brádliga merkti ein stóran tyggigummi-líknandi klump í bróstinum, fór eg beinanvegin til lækna. Hóast læknin ikki metti, at tað virkaði sum nakað óndartað, so sendi hann meg víðari í skipanini.

 

Fór fyrst til mammografi og so til ultraljóð 2 dagar eftir, har røntgenlæknin beinanvegin var rættiliga vísur í, at knúturin/klumpurin var óndartaður. Prøvar vóru tiknir, sum vístu, at læknin hevði rætt.

 

Hóast tað var ein stórur skelkur at liggja har einsamøll á briksini og hoyra, at eg hevði krabbamein, so eri eg glað fyri at fáa tað at vita beinanvegin.

Talan var um ein knykil á 3,7 cm; men krabbameinið hevði ikki spjeitt seg víðari, so bara knykilin bleiv tikin burtur, og onkur muskul/feitt frá rygginum bleiv fylt í bróstið aftur - alt gjørt undir somu skurðviðgerð. Síðani skuldi eg í  fyribyrgjandi kemo-viðgerðina og hareftir til strálir í Reykjavík.

 

Eg eigi 4 børn og havi givið bróst til 4 børn, og havi annars so gott sum liva upp til øll tey góðu ráðini, man kann lesa alla staðni, um hvussu man kann fyribyrgja bróstkrabba..... so eg havi hvørja ferð hug til at skræða øll hesi bløðini, har eg síggi øll hesi góðu ráðini :) :) 

 

Tað ringasta

At hava børn/smábørn og fáa staðfest krabbamein er ikki ein góð samanseting. Hugsaði tað fyrstu tíðina alla alla alla tíðina um børnini. Eg eri ikki bangin fyri at doyggja sjálv, men helt og haldi enn ikki, at børnini, sum tá vóru 2, 8, 12 og 15 ár, vóru klár at missa mammu sína.

At siga fyri børnunum, at mamman er álvarsliga sjúk, hevur heilt klárt verið tað ringasta í øllum forløbinum. Eg og maðurin samlaðu trý tey elstu børnini og fortaldu teimum, at læknarnir høvdu funnið krabbamein í bróstinum hjá mær, og at næsta hálva árið ella so fór alt at verða øðrvísi heima hjá okkum, við skurðviðgerð, kemo, strálir osfr.

 

 

Havi aftaná tosað við børnini um tað, og tann elsti (15ár) helt í fyrstuni, at vit skuldi skiljast, tann næstelsti (12ár) helt, at vit skuldu hava eitt barn aftrat, og dóttirin (9ár) fór at gráta beinanvegin.

Sum tíðin nú hevur gingið, og kemoviðgerðin ikki var so ring, sum eg hevði væntað, og alt faktiskt hevur gingið væl, so hevur hetta ikki ávirkað børnini so nógv - lívið hjá børnunum er ikki broytt so nógv. Tó var eg meira heima um dagarnar, og haldi eg, at børnini vóru ordiliga glað fyri tað :)

 

 

Eg eri persónliga kristin, og hjálpti trúgvin mær nógv ta fyrstu tíðina, og tað, at nógv fólk bóðu og biðja fyri mær, hjálpir eisini nógv - og eri eg vís í, at hetta eisini hevur hjálpt okkum nógv sum familja gjøgnum hesa tíðina, og at alt hevur gingið so gott, sum tað hevur gingið, hóast alt.

Veit gott, at eingin eigur dagin í morgin, og at eg noyðist at taka ein dag í senn, men tað eri eg aaalt for ótolin til, eg vil hava ár í senn.....