Turið og liðfelagarnir eru triðfremst í Íslandi

Haukar vann á KA/Þ​ór á útivølli í kvøld, og nú eru tær hjá Hauki nummar trý í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Haukar við Turið Arge Samuelsen á liðnum vitjaði KA/Þ​ór á Akureyri í dysti í besti íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld, og talan gjørdist eina góða uppliving fyri Turið og liðfelagarnar.

 

Haukar vann 29-27 á KA/Þ​ór. Turið Arge Samuelsen gjørdi sítt við at skora trý mál. Í steðginum var Haukar á odda 15-13, og var Haukar á odda allan seinna hálvleik, men ongantíð við meira enn fýra málum. 

 

Komandi leygardag spælir Haukar á heimavølli dyst ímóti oddaliðnum, Vali. 

 

Støðan í bestu íslendsku hondbóltsdeildini:

 

1Valur8611197:15413
2ÍBV9612230:20613
3Haukar9  603  233:20712
4Fram8503232:18810
5KA/Þór9405201:2228
6HK9306181:2286
7Stjarnan9216211:2535
8Selfoss9117212:2393