Turið Sólbjørg Olsen

6. august 1989 – 16. august 2008

Eitt ár er farið aftur um bak, síðani okkara elskaða Turið fór til Harran.

Tá tú komst til okkara tann 6. august 1989, var bert pláss fyri gleðini yvir at tú var fødd, og ikki vardi tað okkum, at títt lív fór at verða so ymiskt frá tínum javn­aldrum. Boðini um títt brek vóru tung at bera hjá einum ungum foreldrum, og eg hugsaði nógv um, hvat meiningin var við hesum, - tað mátti verða ein grund til, at eg hevði fingið eitt brekað barn. Einki svar var til hetta, sjálvandi, men eg setti mær fyri, at eg skuldi so gera tað, sum eg kundi fyri hetta barnið, við ella uttan brek. Eg hevði onga hóming av, hvat hetta innibar, men havi ofta hugsað um, at eg nokk ikki væntaði ta stóru gleðina fyri nakran, og eg kláraði als ikki at yvirskoða, hvat lá fyri framman. Vit elskaðu tó hesa lítlu gentuna, og títt ljósa og lætta lyndi kámaði sorgina burtur. Eg fann skjótt útav, at tað at fáa eitt brekað barn er ongin trupulleiki, - ein veksur væl og virðiliga við uppgávuni. Eg var klárur til hesa uppgávuna, men samfelagið var ikki, og tað var her mesta stríðið kom at verða, at fáa tær tey røttu og bestu hjálpitólini og møguleikar annars.

Tú búnaðist á tín serliga hátt, og skjótt sást, at tú hevði eini serlig evnir at samla fólk uttan um teg. Tey, sum vóru um teg í barna­garð­inum og stovuni á Skúlanum á Trøðni, hevði tú eitt serligt vinarlag við. Tú elskaði at koma har og at verða saman við floksfeløgunum. Eisini vóru allir stuðlarnir ígjøgnum árini, sum bæði vit og tú knýttu okkum so tætt at, og ofta fylgdi øll familjan við. Óteljandi ommur og abbar løgdust til, syskin og familja hjá stuðlunum roknaðu teg sum ein av teirra. Tá vit vóru ein trillitúr, komu fólk ofta og heilsaðu upp á teg, fólk sum eg ikki kendi, men sum tú gav eitt stórt smíl. Sum tú bleivst eldri, tímdi tú ofta betur at verða saman við stuðlunum og upp­­liva spennandi ting, enn bara at verða saman við babba ella mammu. Tá tú flutti inn til Søldar­fjarðar, var tað Reiðrið og skúlin í Søldarfirði, sum fyltu gerandisdagin hjá tær, og eisini har knýtti tú vinar­bond allastaðni, har tú komst. Ikki var so nógv at fara til, tá tú fór inn har, men so kom Ser.1 stovan í Søld­arfirði. Hetta var nógv Ás­­mundi, sála, at takka fyri.

Tá okkara lítla familja fór sundur, var tað ein tung tíð hjá tær. Heilsan ávirkaðist av hesum, og mangir túrar vóru inn og út av barnadeildini, og ofta undraðist eg á, hvar tú fekk kreftirnar frá at hóra undan. Men aftur kláraði tú og tíni smíl at rætta alt uppaftur, ikki bert fyri teg sjálv­an, men eisini at fáa báðar familj­urnar at hyggja frameftir í felag og at stríðast og gleðast saman við tær. Tú knýtti teg tætt at Jonhard í Søld­arfirði, og Oddny, Tóru og Rebekku í Kollafirði, og var fyrst at góðtaka, at vit nú vóru fleiri um at verða tín familja.

Ofta havi eg hugsað um, at tað sum vit meta verða lívsneyðug evnir fyri at klára seg, ikki altíð er tað sum ger størsta munin. So lítið av teimum sokallaðu normalu evn­unum fekk tú, og tó gjørdi tú so stóran mun. Bert títt smíl ávirkaði so nógv.

Tá eg fór uttanlands í arbeiðs­ørind­um, endaði tú ofta á sjúkra­húsinum, og eg ringdi heim í paus­um fyri at vita, hvussu stóð til. Ikki kundi tú siga hví, men tú varð altíð frísk, tá eg kom heimaftur. Seinni, nakað aftan á at tú var flutt inn til Søldarfjarðar, gavst eg at siga tær, at eg fór, og so var eisini nógv longri ímillum vitjanirnar á barna­deildini.

Vit vistu, at vit bert høvdu teg til láns. Vit høvdu ongantíð roknað við, at tað fór at verða heili 19 ár, men tú var ein sera sterk dama. Eg var altíð bangin fyri, at eg fór ikki at verða heima, tann dag tú ikki kláraði meir. Og eg stúrdi fyri, at tað fór at verða ein stuðul, sum hevði teg, tá tað fór at henda. Men har var einki at verða bangin fyri. Um nakar var tann rætti at bera ta byrðuna, so var tað Anita, og tað eri eg ógvuliga glaður fyri. Eg kláraði eisini at sita hjá tær ta sein­astu løtuna. Tað var, sum tú líka skuldi klára nakað, áðrenn tú fór. Tú kláraði at fylla 19 ár, tú kláraði at flyta inn í tína flottu nýggju íbúð í kjallaranum hjá mammu og Jon­hard, tú kláraði at geva mær mína føðingardagsgávu á middegi tann dagin, sjálvt um eg ikki fylti fyrr enn eina viku aftaná, og tú kláraði at enda títt lív við at verða til gospel­konsert.

Hvussu títt smíl hevði spreitt seg, sást tá vit komu heim við tær av sjúkrahúsinum kvøldi eftir, tá ein sonn mannamúgva tók ímóti okk­um, tá tú fór í kirkjuna og til sjálva jarðarferðina.

Sjálvt tá tú var farin frá okkum, og bert bíðaði eftir at verða løgd við síðuna av Jafet abba í kirkju­garðinum, so fylti títt lætta sinnalag okkum og gjørdi hesar seinastu dag­arnar ljósar og glaðar á sín hátt.

Góða Turið, ikki fekk tú sagt við orðum, at tú elskaði okkum, men so mikið meir søgdu eyguni. Títt minni fer at fylla nógv hjá okkum øllum og serliga hjá Rebekku.

Eg takki fyri, at eg varð útvaldur at verða babba hjá tær, mín elskaða Turið.

 

Lag: Eitt dýpi av dýrari tíð

 

1. Títt smíl tíni eygu og vilji

so nógv okkum øll hevur lært

tú gjørdi okkum til betur fólk

at frøast um tað sum er kært

 

2. Turið tú okkar’ sólstrála

So glað og so góð og so fríð

Tú samla kann fólk í hópa tal

Vit vita tær gangast skal væl

 

Niðurlag:

So glað og so elskað av øllum

Smílið hjá tær er enn her

Tað fjálgar um okkara minni

Úr hjartanum aldri tú fer

Og har sum tú nú fer at búgva

Har smílast øll, eru góð

Har kanst tú renna og spæla tær

flenna hart tá tú er glað

 

3. Tú saman var við nógvum fólkum

Sum hjálptu og stuðlaðu tær

Vit teimum øllum takka her

Tú okkara skattur er

 

Niðurlag:

So glað og so elskað av øllum

Smílið hjá tær er enn her

Tað fjálgar um okkara minni

Úr hjartanum aldri tú fer

Og har sum tú nú fer at búgva

Har smílast øll, eru góð

Har kanst tú renna og spæla tær

flenna hart tá tú er glað

 

Petur (Piddi) Olsen