Í gjár skrivaði Turið Arge Samuelsen undir tvey ára sáttmála við íslandska hondbóltsfelagið, Haukar á Hafnarfirði. Í hesum sambandi hava vit sett landsliðsvonginum fimm spurningar.
In.fo: Hví hevur tú valt at skriva undir við Haukar?
Turið Arge Samuelsen: Tí at eg hevði eina sera góða kenslu aftaná nakrir dagar saman við teimum. Eitt sera væl skipað felag við góðum umstøðum og fólkum, tað er høvuðsorsøkin,
Hvussu er tín uppliving higartil?
Hon er góð. Tey tóku væl ímóti mær og mínum - sera fyrikomandi. Hyggja vit eftir tí ítróttarliga, so var tann upplivingin eisini góð. Stuttligt at royna okkurt nýtt.
Tú hevur gjørt tvey ára sáttmála - er tað ikki djarvt, ella hvat er tankin aftanfyri tað?
Ah, ov djarvt vil eg ikki siga. Tankin aftanfyri tað er nokk all in, eg ætli mær einki minni nú, tá ið eg eg einaferð fari, so tvey ár er super.
Hvat kanst tú siga um støðið har, hevur tú hóming av um tú sleppur beint á liðið?
Støðið er væl hægri enn í Føroyum. Tær hava sera gott hondbóltsskil, spæla við høgari ferð og eru kropsliga væl fyri, so um tey meta at eg megni tílíkt spæl, so sleppi eg nokk beint á liðið.
Pápi tín fór til Íslands í ítróttarørindum fyri 20 árum síðani, hevur hann lagt lag á? (Uni Arge skifti tá frá HB til Leiftur)
Ja, tað hevur hann helst. Hann hevur ein ávísan kærleikan fyri Íslandi. Eftir okkara túr, so skilji eg væl hví. Eitt frálíkt land við fittum fólkum - Pápi hevur íhvussu so er marknaðarført Ísland væl.