Turið: Vit eru ikki nóg kontantar

(Rás2) Hoyr Turið Arge taka samanum 15-33 (10-19) tapið ímóti Svøríki í EM-undankappingardystinum í høllini á Hálsi í Havn

- Vit eru ikki nóg kontantar. Vit hava ikki nóg nógva ferð. Og teir málmøguleikarnir vit koma til, 100 prosents málmøguleikar vit koma til brenna vit. Og brennur ein ímóti teimum, so verður tað revsað beinavegin. 

Orðini eigur Turið Arge, sum saman við liðfeløgunum á føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti tapti 19-33 (10-19) ímóti Svøríki í EM-undankappingardystinum, sum var spældur í høllini á Hálsi í Havn.

Turið Arge sigur, at EM-undankappingardystirnir ímóti Serbia og Svøríki hava havt bæði góðar og ringar løtur. Tað er spennandi at spæla ímóti so góðum liðum, men samstundis má staðfestast, at tað er enn langt upp til, at vit kunnu spæla upp við tær bestu hondbóltstjóðirnar.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Turið Arge á Rás2 aftaná dystin ímóti Svøríki.