Enn halda tey ondini í Danmark, tí avgerðin um, hvør skal vera nýggjur NATO-aðalskrivari er ikki fallin enn. Muhammedstekningarnar hjá Jyllandspostinum spøkja aftur
Í gjárkvøldið ljóðaði fyri vist úr Baden-Baden í Týsklandi, har øll NATO-leiðslan var saman, at avgerðin var greið. Men Turkaland liggur í buktini og vil hava fleiri kandidatar at velja millum.
Samráðingarnar byrja aftur nú klokkan 9.
Tað er serliga turkiski stjórnarleiðarin, Tayyip Erdogan, sum sigur seg ikki vilja hava Anders Fogh Rasmussen í starvið sum NATO-aðalskrivari.
- Hví skulu vit halda fast við eitt ávíst navn? Eru eingi alternativ? Vit vilja fegin finna ein annan persón, segði Erdogan í gjár, samstundis sum hann strikaði undir, at øll skulu vera samd um avgerðina.
Eygleiðarar siga, at turkar royna at halda grýtuna á kóki í vónini um, at onnur eisini fara at ivast í Fogh. Um Turkaland einsamalt fer at leggja veto ? sum teir kunna ? fer at geva teimum ov stórar trupulleikar, verður mett.
Um turkar leggja beinleiðis veto, verður landið sera ópopulert, og fleiri lond fara at ivast í, um Turkaland kann roknast sum sameint land til tess at skapa frið millum vesturheimin og muslimsku londini, siga eygleiðarar.
Mett verður, at mótstøðan hjá Turkalandi móti Anders Fogh Rasmussen stendst av máta at takla Muhammeds-kreppuna uppá. Eisini tí at hann ikki hevur bannað turkisku stjónvarpsrásini ROJ, sum hevur høvuðssæti í Keypmannahavn.