Turt á jóansøku

Tað verður turt og stilt á jóansøku, í øllum førum hvat veðrinum viðvíkur

Tað verður turt og stilt á jóansøku, í øllum førum hvat veðrinum viðvíkur.

 

Sambært Peturi Skeel, veðurfrøðingi á Rás 2, verður turt til sunnudagin, tá okkurt æl kann koma. 

 

Jóansøkuveðrið verður fleyr til gul av landnyrðingi ella norði, turt og sólglottar, hitin verður millum sjey og ellivu stig. Sunnudagin verður nakað heitari, upp í trettan stig, men tá kunnu vit vænta okkurt æli.

 

Mánadagin og týsdagin verður fleyr til gul av útnyrðingi ella av ymsum ættum og sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin millum 10 og 14 stig.

 

Um veðrið fríggjanáttina og leygarnáttina sigur Petur Skeel, at eitt hátrýst, 1023 hP. í landnyrðing úr Føroyum breiðir seg hendavegin, men viknar samstundis. Leygarnáttina fer hátrýstið í ein útsynning og viknar.