Veðrið í dag er heilt gott eftir føroyskum umstøðum, tí at í dag er lotið ikki meir 2-3 metrar um sekundið, men kortini kann tað verða skiftandi. Sum heild er yvirskíggjað í Føroyum í dag, men tó kann sólin kortini snýkja seg fram onkrastaðni.
Í nátt verður framvegis turrveður og rættiliga klárt í veðrinum. Leygarmorgunin kemur aftur eitt lítið lot sunnanifrá, tó verður turt við eitt sindur av sól eisini.
Dagshitin í dag liggur um 14 hitastig, meðan hann fellur niður í átta hitastig í nátt.
Veðrið verður tó verri um dagin í morgin. Um dagin er alt í fínasta lagi við yvirskíggjaðum veðri, men verri verður á kvøldi. Um kvøldið kann ein hvassur vindur frá 8-15 metrar um sekundið væntast. Eisini fer tað væntandi at regna sunnunáttina.
Hitin fer at liggja um 8-13 hitastig í morgin.