Turt um midnáttarleitið í morgin

Tað letur til at verða av fagrasta veðrið ta løtuna, vit fara inn í nýggja árið.

 

Norska veðurstovan yr.no boðar frá nærum stilli og turt um meginpartin av landinum, men okkurt æl verður antin fyrr um kvøldið ella seinni á nátt.

 

Danska veðurstovan DMI sigur tað sama, meðan íslendska Belgingur sigur, at tey í Sundalagnum kunnu vænta nakrar dropar um midnáttarleitið. 

 

Eitt lítið lágtrýst við vesturnoreg fer spakuliga í ein útnyrðing og fyllist. Fleiri lágtrýst fara komandi dagarnar framvið beint sunnan fyri Føroyar og víðari í ein eystan og tilhoyrandi brúgvaløgini leiða í løtum til regn yvir Føroyum. Í komandi viku streymar kaldari luft inn yvir landið av norðri, áðrenn nýggj brúgvaløg raka okkum av suðri.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og hækkar í ein landnyrðing. Sólglottar, men møguliga okkurt vetraræl. Í nátt gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s og yvirhøvur skýggjað. Hitin alt samdøgrið millum nøkur kuldastig og 5 hitastig.

 

Nýggjársaftan

Gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Nýggjársdag

Andøvsgul upp í strúk í vindi av norðri, 7 til 12 m/s, men út á dagin makar hann í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og fyrrapartin stundum regn. Hitin millum 2 og 6 stig. Um kvøldið makar hann vindin og um náttina verður eitt lítið lot av norðri, undir 5 m/s. Yvirhøvur turt og stundum klárt og hitin millum nøkur kuldastig og 5 hitastig.

 

Týsdagin

Eitt lítið lot av norðri, undir 5 m/s, sum út á dagin lækkar í ein eystan og landsynning og øtlar í andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s, um kvøldið og náttina øtlar hann í stívt andøvsgul upp í hvassann vind av eystri, 10 til 15 m/s. Fyrst turt og sólglottar, sum frá líður meiri skýggjað og um náttina stundum regn ella vátaslettingur. Hitin millum 2 og 6 stig.

 

Mikudagin

Strúkur í vindi upp í skrið av eystri, 12 til 17 m/s, sum snarar í ein landnyrðing. Yvirhøvur skýggjað og regn ella vátaslettingur, og hitin millum 2 og 6 stig. Um náttina makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn, vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Hósdagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, stundum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og kava- ella vátaslettingsæl. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.