Tustu niðan á Skælingsfjall

Út við 400 fólk vóru uppi á Skælingi í gjárkvøldið.

Ongantíð áður hava so nógv fólk verið í senn uppi á Skælingi.

Coast Zone við Eyðun Berg og PM Heilsølan skipaðu fyri ferðini.

Seinnapartin sá nokkso svart út, men um fimm tíðina klárnaði, og tá flutti tyrlan ein stóran pylsuvogn, pylsur og annað niðan á fjalli.

Eingin hevði væntað so stóra undirtøku. Tey komu úr øllum ættum, og tað vóru bæði ung og gomul.

Túrurin niðan var nokkso tungur, men øll komu niðan.

Út frá breyðunum, sum útflýggjað vóru, metir Petur Hermansen hjá PM, at umleið 380 fólk vóru við.

Fólkini settu bilarnar frá sær niðri á vegnum og á Skeiðsskarði, og Ansni stýrdi ferðuni.

- Garvilt, men tað var ein frálíkur túrur, sigur Petur Hermansen.

Tað er eitt gamalt hugskot hjá Peturi Hermansen og Gunnar Mohr hjá PM at gera ein slíkan túr. Fyri einum mánaði síðan tosaðu teir aftur um tað, og mitt í øllum ringdi Eyðun Arge til teirra og spurdu, hvat teir hildu um hugskotið.

Soleiðis bar tað til, at teir í felag skipaðu fyri túrinum.