Tvíburar búgva úti í skóginum

Tvær tvíburagentur, Kristine og Johanne Thybo Hansen, 21 ár, eru farnar úr skúlanum og búgva nú so nógv sum tilber úti í skóginum.

Tær báðar norsku genturnar tømdu í 8. flokki skújlataskurnar fyri bøkur og fyltu í staðin mat og drekka í og fóru út í skógina.

Tað gekk longri og longri ímillum, at tær komu í skúla, og í 9. flokki góvust tær heilt.

Tað skrivar norska blaðið, vg.nett, sum hevur vitjað genturnar úti í skógini.

Vit vildu læra sunna fornuft, læra at stóla upp á okkum sjálvar og læra at hava virðing fyri náttúruni, sigur Kristine og leggur aftrat:

Vit hava ikki brúk fyri matematikk, vit hava brúk fyri at ganga í fjøllunum.

Hóast tær ikki hava fingið ta undirvísing, sum skúlin heldur tær hava brúk fyri, halda tær ikki, at tað ger nakað. Tær hava valt eina aðra leið.

21 ára gomlu genturnar eru nú góðir veiðumenn, fiskarar og hundaalarar. Tær eta fisk úr áunum og forvinna pening við teirra skotevnum. Kommunan letur 450 krónur fyri hvønn rev, tær skjóta og fáa tær hendur á einum losi, kastar hann 15.000 krónur av sær.

Tá tær ikki eru úti í skógunum, arbeiðir Johanne í einum hundaalingarheimi, meðan Kristine tekur ferðafólk út í náttúruna.

Tær høvdu ikki vilja liva í einum stórbýi.

Vit verða ørar av tí. Nakrir tímar inni í Tromsø verður ofta ov nógv av tí góða. Vit vita ikki, hví so er, sigur Johanne við vg.nett.

Mamman, sum blaðið eisini hevur vitjað, hevur heldur ikki nakra frágreiðing.

Tær eru so villar, og soleiðis hava tær altíð verið heilt frá barnsbeini av. Tær eru ongantíð í frið, sigur hon.