Sanna og Vina, sum tær oftast verða nevndar, eru døtrar hjá Mikkjal og Súsonnu í Gortrastovu í Nólsoy, og sum navnið bendir á, so var Gortrastova í lonunum í Nólsoy barndómsheimið hjá teimum báðum.Sum vera man, tá talan er um tvíburar, so hildu tær báðar nógv saman upp gjøgnum barndómsárini, og tó at lívið síðani leiddi tær báðar í egnar leiðir, so hevur sambandið altíð verið tætt.Vina flutti á ungum árum til Havnar, har hon fór at tæna hjá Carl á Lag. Bæði sum genta í húsinum, og sum krambagenta í handlinum. Her hitti hon Mortan Mørk, sum um tað mundi starvaðist í Landshandlinum. Tey bæði giftust tann 28. august í 1943, og í øllum førum í B36 munnu nógv kennast við hetta brúdleypið. Mortan var ein av stovnarunum av árstalsfelagnum í Havn, og fyrsta steypið hjá B36 kom til høldar dagin eftir brúdleypið. Sum vera man, so komu leikararnir í brúðarhús, og soleiðis endaði fyrsta steypið hjá B36 í brúðarsongini hjá teimum báðum.Tey bæði settu annars búgv í Hornabø, og fingu tey fýra børn. Magdalenu, Mikkjal (doyði í vár), Jógvan Martin og Mortan, sum øll eru búsitandi í Havn. Mortan, sum fyri nógv mundi vera ein býarmynd í Havn, doyði í 1994.Frá tí at hon var gift, hevði Vina aloftast úr at gera við at halda heimið í Hørnabø, men miðskeiðis í seksti-árunum fór hon í starv sum náttarvakt á hvíldarheiminum, Naina. Her starvaðist hon í gott og væl 20 ár, og øll hesi árini var hon fastur fúsur millum morgungestirnar í svimjihylinum, áðrenn hon spákaði sær heim í Hornabø.Sanna kom á ungum árum saman við Tórálvi Poulsen (doyði í 1981) í Nólsoy, sum búi í somu lonini í Nólsoy, og tí gekk hennara leið ikki til Havnar á sama hátt sum hjá systrini. Tey bæði giftust undir krígnum, og eins og hjá systrini, so gjørdist talan eisini um fýra børn hjá Sannu, og sjálvsagt skuldi talan her eisini vera um tríggjar dreingir og eina systir. Av hesum er Jens tann einasti, sum enn býr í Nólsoy. Hans (doyði í 2002) búði í nógv ár í Hirtshals, meðan tey bæði yngstu, Jórun og Jørgin, bæði eru búsitandi í Havn.Sambandið heur altíð verið sera tætt millum tær báðar. Og síðani tær fluttu í Heimið í Vallalíð, hava tær eisini búleikast lið um lið. Og tó at neistar onkra tíð kunnu standa frá, tá tær eru ósamdar, so blíðkast tær altíð so hvørt. Líkar, sum tær eru, man tað eisini oftani vera komið fyri, at fólk ikki hava kent mun á teimum báðum, og søgurnar, sum tær hava fortalt um hetta, eru ikki so heilt fáar í tali. Børn, ommubørn og seinnu árini eisini langommubørn hava tó altíð verið tað, sum hevur staðið fremst í huganum hjá teimum báðum. Fittar í hondunum, sum tær eru, er eitt ótal av klædnapløggum eisini smoygt upp á kroppin á eftirkomarunum, sum soleiðis ongantíð hava nýtst at óttast nakran kaldan vetur.Mynd: Sanna og VinaMong munnu tey vera, sum hava ilt við at skilja munin millum Sannu og Vinu. Her eru tær báðar avmyndaðar á fermingardegnum