FÓTBÓLTUR
- Hetta er nakað, vit báðir hava havt hug til í eina tíð, og nú høvi bíðst, taka vit sjálvandi av, sigur ein spentur Jóhan V. Gunnarsson, ið saman við tvíburabróður sínum, Ásbjørn, fer til Danmarkar til royndarvenjing í trimum feløgum.
Klárir at taka stigið
Brøðurnir báðir vórðu lidnir sum matematiskir studentar úr Hoydølum í 2006, og síðani hava teir fingið sær ymsar starvsroyndir. Men nú eru teir so klárir at koma víðari. – Nú er ein tíð liðin, síðan vit vórðu lidnir við studentaskúlan, so nú er tíð at koma víðari, sigur ein avgjørdur Ásbjørn, og leggur afturat, at teir eins væl kunnu spæla fótbólt, meðan teir leita sær eftir víðari lestrarleiðum. Teir hava báðir ætlanir um at kanna lestaramøguleikarnar, meðan teir eru í Danmark.
Trý feløg áhugaði
Feløgini, ið fáa føroysku tvíburarnar á vitjan í næstum eru AB, Frem og Brøndby. Fyrst fara báðir til AB, og síðani fara teir hvør sær. Ásbjørn og Jóhan fara ávíkavist til Frem og til Brøndby.
Av teimum trimum hevur AB víst størstan áhuga, og man tað óivað vera orsakað góðu úrslitini fyri U-21 landsliðið hjá Føroyum, at teir hava opnað eyguni fyri evnaríku unglingunum.
Fleiri ávegis
Jákup í Stórustovu, ein av føroysku leikaraumboðsmonnunum veit at siga, at fleiri ungir føroyskir leikarar eru ávegis til royndarvenjingar. Hann veit at siga at nakrir eru á veg til Onglands og nakrir til Danmarkar. So spennandi er at fylgja við í næstum, um nakað fer at spyrjast burturúr. Vit ynskja teimum í øllum førum alt tað besta, og góðan byr.