Tvær lógir sum styrkja okkara sjálvstýri

Jóannes Eidesgaard, løgmaður

Yvirtøkulógin og uttanríkispolitiska lógin eru tvær lógir, sum broyta viðurskiftini við Danmark. Báðar lógirnar víðka um okkara heimildir. Yvirtøkulógin staðfestir, at Løgtingið ger av, nær og hvørji málsøki vit yvirtaka. Uttanríkislógin víðkar munandi um heimildir okkara til at virka á altjóða pallinum. Í báðum hesum lógum mugu vit samstundis viðurkenna, at vit eru í felagsskapi við Danmark - alt annað vildi verið at arbeitt í einum teoretiskum heimi.

Sama lóg á tveimum málum
Við hesum lógunum samtykkja Løgtingið og Fólkatingið lógatekstir, sum eru fullkomiliga eins í báðum londum, bara á hvør sínum máli. Einans lógatekstirnir verða kunngjørdir alment í kunngerðablaðnum, og tað eru hesir tekstir, danskir og føroyskir myndugleikar og almenningur hava at halda seg til. Danir til danska tekstin og føroyingar til føroyska tekstin.

Tað kann sjálvandi tykjast ørkymlandi, at tað eru tvey sett av viðmerkingum til hesar báðar lógirnar - danskar viðmerkingar til rískislógartilmælini og føroyskar viðmerkingar til føroysku lógirnar.

Viðmerkingarnar eru ætlaðar Fólkatinginum og Løgtinginum at greiða frá støðuni uttanum uppskotið, men eru á ongan hátt løgfrøðiliga bindandi, tí tær eru ikki lóg. Danir hava sína fatan av støðuni - føroyingar sína, og tí eru viðmerkingarnar ikki tær somu. Tað hevur ikki stóran týdning, so leingi partarnir eru samdir um tann tekstin sum bindandi er, nevniliga lógatekstin.

Lat meg gera tað fullkomiliga greitt: Hjá landsstýri og løgmanni finnast ikki skuggar av iva um, at løgtingslógir hava fult gildi í Føroyum, og at tað er Løgtingið sum lóggevur í Føroyum. Tí er tað burturvið at siga, at føroysku lógirnar um yvirtøku av málsøkjum og um uttanríkispolitiskar heimildir eru uttan innihald, tí at donsku ríkislógartilmælini eisini eru samtykt. Tað er tað sama sum at siga, at danir hava lóggevandi valdið í Føroyum, og at løgtingslógir eru á lægri stigi enn fólkatingslógir.

Politikkur og ikki jura
Politikkur er at arbeiða miðvíst fyri at fremja eina søk, tú trýr uppá. Politikkur er at tryggja, at okkara rættarstøða ikki verður sett í vága. Og politikkur er sanniliga eisini at vinna fram vegin, hóast ymiskar tulkingar kunnu vera um løgfrøðina - ikki at stara seg blindan uppá ósemjurnar. Gert tú tað, kanst tú sera lættliga koma til ta niðurstøðu, at her slepst ongan veg. Her ber einki til. Alt ella einki. Svart ella hvítt.

Í verandi støðu okkara, sum partur í ríkisfelagsskapinum, hava vit tríggjar møguleikar at velja í:

1)At varðveita heimastýrislógina í verandi líki. Tað merkir status quo. Vit flyta okkum ikki úr stað.

2)Bert at samtykkja uppskotini til ríkislógartilmæli. Tað merkir einans at seta í gildi donsku lógirnar. Hetta er tað sama sum at viðurkenna, at í Føroyum eru tað danir sum ráða, og at føroyingar ikki hava lóggávuheimild í Føroyum.

3)At seta í gildi dupultu lóggávuna - føroysku lógirnar við føroysku viðmerkingunum og ríkislógartilmæli við donsku viðmerkingunum. Hetta er at strika undir, at í Føroyum verður ongin hægri fyriskipað lóg framd, er hon ikki føroysk. At danir so við síðuna av hava eina einsljóðandi lóg er ein sannroynd, ið stendst av, at danska stjórnin hevur eina aðra fatan av stjórnaskipanarligu støðuni hjá Danmark mótvegis Føroyum.

Hóast vit við hesum viðurkenna, at føroyingar og danir ikki hava heilt somu tulking av støðu okkara, so er full semja millum okkum og danir um, at vit ikki vilja lata hesa ósemjuna forða okkum í at arbeiða og at fremja tey mál, vit hava sett okkum. Okkara mál er at vinna føroyingum størri ábyrgd og vald á egnum viðurskiftum. At kunna virka so frítt sum til ber, óheft av donskum myndugleikum. Báðar hesar lógirnar eru slík amboð!

Vit vilja úrslit
Hetta er veruligur politikkur. Hetta er at arbeiða. Hetta er at nokta at lata seg forða av ólíkum tulkingum av, hvørt vit eru føroyingar ella vit eru danir, sum búgva í Føroyum. Vit vita, at vit eru føroyska tjóðin, sum býr í Føroyum. Og vit vita eisini, at danir hava aðra fatan av hesum.

Tað er eitt paradoks, at tey sum nú rópa harðast móti hesum lógunum, eru tey, ið áttu at verið glaðast fyri lógirnar, ið hvussu so er sum eitt millumstig á leiðini til fjórða møguleikan, ið er loysing frá Danmark. Tað, andstøðan sigur er: fáa vit ikki loysing, vilja vit einki hava. Status quo - tað vil siga eina heimastýrislóg, ið langt síðani er farin um seinasta haldførisdag.

Hetta er ein spurningur um, hvør ræður í Føroyum. Hetta landsstýrið metir, at Løgtingið, er ovasti politiski myndugleiki okkara. Tí taka vit støði í føroysku lóggávuni, sum verður samtykt á Løgtingi. Vit ivast ikki í, at Løgtingið er ført fyri at taka eina og hvørja avgerð um Føroyar.