Tvær Suð-konsertir leygardagin

Leygardagin 24. mars fer Suð at hava konsertir í Fríðrikskirkjuni á Tofutm og í Christianskirkjuni í Klaksvík

Tað er Steinvør Fonn, sum stjórnar Suð, ið skjótt hevur fimm ár á baki.. Tær hava fyri tað mesta sungið klassiskt, men hava eisini roynt seg innan pop, jazz og sangir úr ymiskum sangleikum Í desembur í fjør framførdu tær alt Messias saman við Havnarkórinum og symfoniorkestri.

Til hesar konsertirnar fer Suð at syngja kendar sálmar og stutt klassisk stykki. Konsertirnar koma at vara um ein tíma hvør.

Aftur at a capella sangunum fer Suð hesa ferð at hava orgulfylgispæl til nakrar av satsunum. Tað er Petur Martin Johannesen, sum fer at hava orgulfylgispælið. Hann fer t.d. at spæla orgul til ?Panis Angelicus?, har Martha Mýri syngur solo, ?Pie Jesu? hjá Andrew Lloyd Webber, har Unnur S. Fonn og Hallgerð Brim Joensen syngja solo saman við blandaðum kóri. Í hesum sambandi hevur Suð fingið nakrar menn at syngja við. Petur Martin fer eisini at spæla kenda og vælumtókta stykki ?Air? hjá J. S. Bach á orgul.