Átak
At føroyskt bátasmíð er nakað heilt serligt,sum vekir ans víða hvar, gekk sjón fyri søgn um í Keypmannahavn í farnu viku.
Tá kom gamli kappróðrarbáturin Tvørabáturin aftur til heiður og æru.
Saman við eini ørgrynnu av stórum og smáum bátum úr glastrevjum og øðrum fínum tilfari, var tíggjumannafarið av Tvøroyri við á eini stórari bátaframsýning í Bellasentrinum í Keypmannahavn.
? Tað er valla ov nógv sagt, at fáir bátar á allari stevnuni vakti so stóran ans, sum Tvørabáturin, sigur Ólavur á Heygum, sum hevði fingið hendan navnframa, føroyska kappróðrarbátin við á stevnuna.
Stevnan, sum var í Bellasentrinum í farnu viku, er størsta bátastevna í Danmark. Stevnan í gongur undir heitinum, ?International Boat Show? og dregur hvørt ár forvitnar áskoðarar í tíggjutúsundatali til sín at hyggja eftir bátum av øllum møguligum slag, heit frá fínum stuttleikabátum til smáar árabátar.
Ólavur á Heygum hevur altíð havt stóran áhuga fyri føroyska bátinum og meðan hann hevur búð í Danmark, hevur hann eisini gjørt sítt til at gera bátin kendan ímillum manna, eitt nú hevur hann skipað fyri kappróðri við føroyskum bátum í Danmark.
Fyri nøkrum árum síðani keypti hann gamla Tvørabátin, tá ið kappróðrarfelagið á Tvøroyri hevði ognað sær nýtt tíggjumannafar at rógva kapp við.
Tað er eisini hann, sum hevur tikið stig til róðrar- og mentanarstevnuna, sum verður á Tvøroyri í summar.
Vildi røra við Tvørabátin
? Og nú stevnan skuldi vera á Tvøroyri, helt eg, at tað kundi loyst seg at farið á hesa bátastevnuna at gera vart við stevnuna.
?Í tí sambandinum var báturin rættiliga pussaður upp og tað varð eisini so heppið, at hann kom at standa rættiliga væl fyri á stevnuni, sigur Ólavur á Heygum.
Tá í báturin var settur á básin, vóru árararnar øðrumegin lagdar út, so hann tók seg ómetaliga væl út.
Fyri at gera føroyska básin enn meiri áhugaverdan, var eisini Celderfeldt Olsen av Tvøroyri við á stevnuni við modelbátum og eisini hevði ?Kallakórið Lítla? konsert við básin undir leiðslu av Marionnu Clausen. Teir høvdu eisini faldarar frá Oilwind í Vágum við sær á básinum.
Framsýnararnir høvdu eisini túsundtals ferðafaldarar við sær, sum teir góvu fólki, sum løgdu leiðina framvið og teir sluppu av við allar samlar.
Ólavur á Heygum sigur, at tað var ovurhondss stórur áhugi fyri føroyska básinum.
Hann sigur, at hesa vikuna, stevnan vardi, vóru eini 50.000 fólk og hugdu at bátum og hann ivast ikki í, at tey allarflestu løgdu leiðina framvið føroyska bátinum.
?Tað var týðiligt, at fólk hildu føroyska bátin vera nakað heilt serligt. Eg sá alla tíðina fólka ganga framvið bási eftir bás, næstan uttan at skeita til viks, men tá íð tey komu til okkara bás, steðgaðu øll á at hyggja at bátinum. Og øll vildu tey sleppa at røra við hann.
Tey spurdu eisini dúgliga og Ólavur sigur, at hann hevði úr at gera at greiða frá.
Hann sigur, at hann heldur, at tað, sum fangaði áhugan, var, at talan var um ein træbát og tí skilti hann seg burturúr mongdini av glastrevjabátunum og so líkist hann einum víkingaskipið,
?Og so haldi eg fast um, at føroyski báturin er nakað sermerkt í øllum heiminum. Alt tað gjørdi, at fólk løgdi merki hann.
Fekk kongliga vitjan
Størstan ans vakti tað kortini, tá ið danski krúnprinsurin kom framvið at síggja tvørabátin.
Fríðrikkur prinsur var á stevnuni fyrsta dagin, hon var opin, tá ið hann gekk runt og hugdi og tá kom hann hann eisini at síggja tvørabátin.
Tá ið hann kom, gjørdu vit, sum vit plaga á stevnun í Føroyum, at vit lyftu bátin upp um høvd og tað vakti eisini ans í tí stóru høllini.
? Sum vant var stórt fylgi í hølunum á prisninum, ikki minst tíðindafólk og myndafólk og tað var so heppið fyri okkum, at hann gav sær góða tíð á okkara bási og tá var eitt øgiligt fólk rundanum Tvørabátin.
?Eg hevði fingið at vita frá einum í fylginum hjá Fríðrikki, at eg mátti ikki seinka honum ov mikið, tí hann var smábýttur.
? Eg svaraði bara aftur, at so leingi prinsurin spurdi, mátti eg svara.
Ólavur sigur at prinsurin var ógvuliga áhugaður og spurdi dúgliga, men so sá hann, at onkur í fylginum sendi eyguni eftir honum og so skilti hann, at nú var tíðin komin at gevast.
? Eg stakk so prinsinum ein faldara um bátin og so fór hann víðari.