Tvørafólk hitta ríkasta danan

? Tvøroyrar Býráð gevur øllum teimum, sum arbeiða og hava arbeitt hjá A.P. Møller, og sum búgva á Tvøroyri, høvi at hitta sjálvan Maersk Mckinney Møller

Í næstu viku kemur tann ríkasti og kendasti danin til Føroyar at ferðast.

Talan er um sjálvan Maersk Mckinney Møller.

Tað eru ikki so fáir føroyingar, sum hava arbeitt hjá A.P. Møller millum ár og dag, einamest eru tað nógvir føroyingar, sum hava siglt við Maersk og tí hevur gamli Møller leingi viljað sloppið til Føroyar.

Og nú, hann er 84 ára gamal, bleiv ferðin veruleiki.

Á Føroya Ferðini ger hann eisini eitt legg til Suðuroyar, har Tvøroyrar Býráð verður vertur hjá danska stór-vinnulívsmanninum.

Men vitjanin á Tvøroyri verður stutt.

Hann kemur við Tyrlu til Froðbiar kl. 8.20 hósmorgunin og hann fer avstað aftur longu kl. 11.

Maersk M.Møller hevur serlig áhugamál á Tvøroyri, tí tað er júst har, at eit av hansara dóttirfeløgum, Danbor Service hevur gjørt av at leggja ta komandi oljuhavnina í Føroyum.

Páll Vang, býráðsformaður, sigur, at Býráðið fer fyrst at vísa honum modellið av teirri komandi oljuhavnini og síðani verður farið yvir á Drelnes, so at hann kann síggja sjálvt staðið, har komandi oljuhavn Føroya verður.

Á vegnum verður koyrt framvið skúlanum og ítróttarhøllini í Trongisvági, tí tað er tiltak, sum ein stuðulsgrunnur hjá honum hevur stuðlað, og so fær hann at síggja, havt hann hevur fingið fyri pengarnar.


Bjóða arbeiðsfólki kaffi

Aftaná er ætlanin at bjóða ein kaffimunn, áðrenn hann fer avstað aftur.

Tað eru ikki so fá tvørafólk, sum arbeiða og hava arbeitt hjá Maersk og onkrum av hansara feløgum millum og dag, ikki minst hava nógvir mans siglt við skipum hansara í AP Møller.

Og í sambandi við vitjanina, fer Tvøroyrar Býráð at geva teimum høvi at hitta arbeiðsgevara sín.

Talan er bæði um tey, sum arbeiða nú, og sum hava arbeitt hjá donsku stórfyritøkuna, og sum búgva í Tvøroyrar Kommunu.

Tey verða øll boðin til kaffi hósmorgunin saman við danska vinnulívsmanninum. Men fyri at vita, hvussu nógv fólk á Tvøroyri, talan er um, heitir býráðið á tey sum koma um at siga býráðnum frá skjótast tilber.