Nú er líkt til, at tað verður grasvøllurin í Hvalba, sum verður tann nýggi
heimvøllurin hjá TB
Tvøroyrar Bóltfelag hevur søkt Hvalbiar Kommunu um loyvi til at brúka vøllin
í Hvalba til at spæla dystir á, eftir at siðvandi vøllurin á Sevmýri er
kolldømdur.
Býgdaráðið í Hvalba viðgjørdi umsóknina mánakvøldið, og eingin í bygdaráðnum hevði nakað ímóti, at TB spælir
sínar dystir á grasinum í Hvalba.
Ætlanin er nú at kalla til fundar ímillum bygdaráðið, TB og bóltfelagið Royn
í Hvalba.
Greiða skal eisini fáast á, hvussu nógv venjing skal vera á vøllinum, tí tað
er avmarkað, hvussu nógv grasið tolir.
Men umframt sjálvan fótbóltsvøllin, hava hvalbingar eisini venjingarvøll
beint undir liðini á sjálvum fótbóltsvøllinum, so borgarstjórin væntar ikki,
at hetta verður nakar trupulleiki.
Greiða skal eisini fáast á, um hetta fer at kosta fyri kommununa.
Arbeitt verður við at útvega nýggja vøll á Tvøroyri og tí
verður søkt um undantaksloyvi at brúka vøllin á Tvøroyri í eitt ár afturat.