Føroyskir Fiskimenn høvdu eitt gott ár í fjør.
Sjálvur fiskiskapurin var ikki av tí besta. Men avbera góðir avreiðingarprísir gjørdu, at sum heild royndist árið heilt væl hjá teimum flestu.
Eitt upperð yvir hýrurnar hjá manningunum á teimum ymsu skipunum, vísir, at á heili 19 skipum var mansparturin yvir 400.000 krónur í fjør, tá ið alt varð talt uppí, bæði dagstudningur, minstuløn og frítíðarløn, umframt sjálvan fiskipartin.
Annars liggja teir allarflestu skipini á einum mansparti uppá ímillum 300.000 og 400.000 krónur og bara onkur hendinga fer niðurum 200.000 í mansparti.
Tilsamans eru 107 fiskiskip við í upperðini.
Men í hesum sambandi hugsa vit bara um skip, sum kunnu sigast at vera í drift meiri og minni alt árið.
Tvs, at skip, sum bara hava verið einstakar túrar, m.a. tí at tey eru seld av landinum, ella løgd, eru ikki tikin við.
Somuleiðis skal sigast, at uppgerðirnar eru ikki heilt endaligar, tí gjørt er upp eftir avrokningunum, sum vóru komnar 23. desember og onkrar avrokningar koma aftaná.
Somuleiðis skal havast í huga, at teir nevndu manspartarnar eru sjálvandi bara til teir fiskimenn, sum hava verið við hvønn einasta túr, og tað hava verri enn so allir.
Nim klárt best
Men allarbest av øllum føroyskum var garnabáturin Nim av Tvøroyri.
Nim hevur fiskað havtasku og m.a. hevur hon havt eitt serloyvi at fiska havtasku á Føroya banka.
Og samanlagt hevur hesin fiskiskapur givið so væl í kassan hjá Nim, at tá ið alt er gjørt upp, stendur manningin eftir við einum mansparti uppá yvir 640.000 krónur, tá ið frítíðarløn, minstuløn og dagstudningur er taldur uppí.
Men teir hava eisini drivið tað hart á Nim, tí hon hevur verið til fiskiskap í heilar 313 dagar í fjør, og tað er meiri enn nakað annað, føroyskt fiskiskip í fjør.
Ikki hevur tað tó altíð gingið eftir vild hjá Nim tí onkrar túrar eru teir ikki komnir uppá minstuløn.
Tí uppgerðin yvir hýrurnar hjá føroyskum fiskimonnum vísir, at í fjør fekk hvør maður á Nim 3.635 krónur í minstuløn og 8.767 krónur í dagstudningi.
Daglønin hjá manningini á Nim var 2.046 krónur í miðal.
Men umframt at Nim hevur drivið tað hart, hevur prísurin á havtasku eisini verið avbera góður.
Tilsamans fiskaði Nim 516 tons, men tey vóru avreidd fyri 16.668.000 krónur. Tað gevur ein avreiðingarvirði uppá 32,30 krónur í miðal.
Men Nim er avgjørt eitt undantak.
Tí í miðal er mansparturin hjá teimum átta garnabátunum 342.947 krónur og tað er ikki meiri enn gott helvtin av tí, sum fall í lutin hjá manningini á Nim.
Daglønin hjá manningini á garnabátunum var annars 1.391,26 krónur í miðal.
Partrolarar gott ár
Tað skerst heldur ikki burtur, at eisini partrolararnir hava havt eitt sera gott ár.
Hjá teimum 32 partrolarunum, hevur mansparturin verið 353.207,45 krónur í miðal. Tað gevur eina dagløn uppá 1.450,54 krónur í miðal.
Men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tað hevur gingist hjá teimum ymsu partrolarunum.
Anna T var bara í fiskiskap í einar 14 dagar við einum mansparti uppá 14.168 krónur. Somuleiðis var Vesturtúgva ikki til fiskiskap í meiri enn eina slaka viku við einum mansparti uppá gott 6.000 krónur.
Hesi bæði skipini draga miðaltølini niðureftir, tí tað eru eisini nógvir partrolarar, sum hava havt eitt sera gott ár og á fleiri av teimum hevur manningaparturin verið yvir 500.000 krónur.
Tí veruleikin er tann, at teir báðir næstbestu bátarnir í føroyska fiskiflotanum í fjør, vóru partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin.
Teir vóru 288 dagar í sjónum og mansparturin var gott 570.000 krónur.
Tað gevur eina dagløn uppá slakar 2.000 krónur.
Men tað eru eisini aðrir partrolarar, sum hava gjørt tað avbera gott.
Eitt nú hava Stjørnan og Polarhav báðir verið úti í 304 dagar og manningaparturin hjá teimum var knappar 520.000 krónur. Daglønin var gott 1.700 krónur í miðal.
Eisini Sardis og Topas lógu við einum mansparti uppá gott 500.000 krónur fyri teir 277 dagarnar, teir vóru úti.
Men av tí, at teir hava verið heldur færri dagar úti enn hinir, bleiv daglønin av tí fræga: 1.838,46 krónur í miðal.
Fýra aðrir partrolarar hava ein manspart uppá yvir 400.000 krónur.
Teir eru Ametyst, sum var úti í 292 dagar við einum mansparti uppá 428.551,41 krónur, sum gevur eina dagløn uppá 1.467,64 krónur.
Tað er eisini Grønanes, har manningin fekk 442.011,28 fyri teirra 292 dagar í sjónum og tað gevur 1.513 krónur í miðal um dagin.
Menninir við Jaspis fingu 468.863,31 krónur í part fyri 294 dagar í sjónum, tvs, 1.594,77 krónur í part um dagin.
Og at enda fingu teir við Vestmenningi 434.157,23 krónur í part fyri 278 dagar í sjónum og tað gevur 1.561 krónur í miðal um dagin.
Sostatt vóru heilir 10 partrolarar ímillum tey 19 betu fiskiskipini, í Føroyum í fjør við einum mansparti uppá yvir 400.000 krónur.
Ein skarar framúr
Tað hevur eisini verið eitt sindur ivasamt, hvussu tað hevur gingist hjá rækjutrolarunum. Men her skarar Arctic Viking framúr og hann var fjórðbesta fiskiskip í Føroum í fjør.
Arctic Viking var fimm túrar í fjør uppá tilsamans 276 dagar. Mansparturin var tilsamans 521.176,53 krónur, ella 1.888,32 krónur í miðal um dagin.
Næstbest av teimum átta rækjutrolarunum var Sólborg við einum mansparti uppá 420.264,00 krónur fyri sínar fimm túrar, men teir vardu bara 242 dagar. Tað gevur eina dagløn uppá 1.736 krónur. Mansparturin á Høgafossi var fast í 450.000 krónur fyri fýra túrar, á Ocean Castle var hann næstan 400.000 krónur fyri fimm túrar og á South Island var hann gott 330.000 krónur fyri sjey túrar.
Hinir tríggir, Atlantic, Hvilvtenni og Borgin hava ikki verið so leingi til fiskiskap.
Chr. í grótinum nr. 10
Eftir at nótaskipini høvdu eitt avbera gott ár í 1998, er tað við at vera gerandisdagur hjá teimum aftur.
Í fjør var Chrstian í Grótinum besti nótabátur og hann var 10 besta fiskiskip í Føroyum, sæð frá fiskimansins sjónarmiði.
Christian í Grótinum var úti í 269 dagar í fjør og teir góvu manningini 454.180 krónur í part. Tað gevur 1.688 krónur í miðal um dagin.
Næstbesta nótaskipið var Tróndur í Gøtu, har mansparturin var 415.866 krónur í fjør fyri teir 228 dagar í sjónum. Og tað gevur 1.823 krónur í miðal um dagin.
Og á triðja plássi kemur Norðborg, har parturin var góðar 404.000 krónur fyri 236 dagar í sjónum. Tað gevur 1.713 krónur um dagin.
Línuskipini verri
Tað hevur eisini gingið væl verri hjá línuskipunum í fjør, aftaná tey góvu árini frammanundan.
Einasta línuskip, har mansparturin er komin upp um 400.000 krónur, er hjá Sigmundi, og hann var samstundis 13. besta skipið í fjør.
Sigmundur hevur verið 245 dagar í sjónum og fyri tað fekk manningin 429.342 krónur í part. Daglønin var 1.752 krónur í miðal.
Annars eru tað fleiri línuskip í fjør, har mansparturin er farin niðurum 300.000 krónur.
Einastur av teimum 13 stóru trolarunum, sum hevði ein manningarpart yvir 400.000 krónur, var Steintór í Hvalba. Steintór var 289 dagar í sjónum og tað gav ein manspart uppá 426.191 krónur, ella eina dagløn uppá 1.474 krónur í miðal.
Hinvegin megnaði ongin flakatrolari ein manspart uppá 400.000 krónur í fjør. Bestur var Vesturvón við einum mansparti uppá 378.317 krónur fyri teir 248 dagarnar í sjónum. Tað gevur eina dagløn uppá 1.525 krónur í miðal.
Aagot mest um dagin
Annars var tað manningin á Aagot, sum fekk mest burturúr uppá seg. Tí í miðal fekk manningin á hesum klaksvíksskipinum 2.092 krónur í dagløn og tað er enntá meiri enn hjá Nim, sum hevði næsthægstu daglønina. Men Aagot var bara 95 dagar í sjónum í fjør og tí er mansparturin bara 198.757 krónur tilsamans.
Lægstu daglønina høvdu hinvegin teir ídnaðartrolararnir, Jónrit og Zenita. Jónrit hevur bara fiskað í 91 dagar og Zenita í 25 dagar og á teimum var daglønin ikki meiri enn gott 700 krónur í miðal.