Sig við tvørballið, at blóman er vøkur. Nei sigur tvørballið, blóman er ljót.
Sig við tvørballið, at vit duga væl. Nei, sigur tvørballið, vit duga onki.
Sig við tvørballið, at vit ráða í Føroyum. Nei, sigur tvørballið, danir ráða í Føroyum.
Sig við tvørballið, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt lýstan í ST. Nei, sigur tvørballið, danir hava sjálvsavgerðarrætt. Sjálvsavgerðarrætturin er eitt snisálop á eina fullveldistilgongd, sigur tvørballið (skil, hvør í skilja kann).
Mær tykir, at leiðari Tjóðveldisfloksins seinastu tíðina er heldur negativur, eins og eitt turt, súrt tvørball. Uppgávan hjá honum tykist vera at sáða mistreysti og undirlutakenslur í føroyingar.
Sjálvt um ikki alt er gott í hesum landi, so mugu vit standa saman fyri at royna at koma framá. Vit mugu halda fast í, at blóman er vøkur, at luftin er frísk, og at vit hava eitt gott land at búgva í. Eitt land, sum vit royna at gera okkara ítarsta fyri at gera enn betri. Um vit skulu koma framá, má skaðiligi hugburðurin hjá tvørballinum á vestfallið. Tí tá gerst blóman enn vakrari og luftin enn frískari.