Tvørligt skot

Týsdagurin var ein søguligur dagur í Klaksvík. Hetta var dagurin, tá fyrsta skotið fyri undirsjóvartunlinum var latið av Borðoyarmegin. Stór mannamúgva var savnað í Borðoyarvík klokkan trý, men orsakað av tekniskum trupulleikum, var skotið næstan hálvanannan tíma seinkað

Borðoyarvík:
»Góðan dagin hetta er Dávur Reinert Hansen frá Norðoyatunlinum. Vit standa her uppi í Borðoyarvík og skulu til at spreingja fyri fyrstu ferð, men sært tú, spreingitólið hjá okkum er í ólagi. Kundu vit lænt eitt frá tykkum?«
Tað, sum ikki mátti henda, hendi, tá fyrsta skotið til Norðoyatunnilin Borðoyarmegin skuldi latast av. Tá alt var tilreiðar, nógv fólk var samankomið, streykaði spreingitólið, og onki bar til.
Tá Dávur Reinert Hansen var liðugur at tosa í telefon, vendi hann sær til stóru mannfjøldina og greiddi teimum frá støðuni. Orðini hjá honum fingu lív í mannfjøldina, sum fór at rópa, bríksla og klappa.
Menn undraðust tó á, at spreingitólið ikki virkaði, tí teir høvdu roynt tað stutt frammanundan. Men hvussu var og ikki, so vildi tað hvørki eitt ella annað júst tá.
Tað gekk tó ikki so long tíð, so var alt fingið upp á pláss aftur, og tað vísti seg at vera ein menniskjasligur feilur, varð sagt á staðnum. Klokkan knapt hálvgum fimm seinnapartin týsdagin varð fyrsta skotið Borðoyarmegin latið av, og mong fegin og spent fólk vóru tilstaðar.

Drúgt at bíða
Dávur Reinert Hansen, stjóri í pf Norðoyatunlinum bjóðaði øllum vælkomnum, og síðani kom Svein Christensen frá NCC og greiddi frá sjálvum skotinum. Síðani vórðu øll fólkini beind antin oman móti bátahylinum ella hin vegin, soleiðis at ongin stóð ov nær, tá skotið fór at ganga av. Men tað bleiv ein drúgv bíðitíð hjá øllum fólkunum.
Fyrst tók tað sína tíð at fáa alt fólkið burtur frá staðnum, og tá so menn endiliga fingu grønt ljós, vísti tað seg, at spreingitólið ikki virkaði.
Norðmaðurin, sum skuldi vinda tólið, svór við, tá hann gjørdist greiður yvir, at har var onki at gera. Tólið virkaði ikki. Okkurt lat til at vera galið við tannhjólunum, tí kastið tyktist bara at mala leyst, og tenninar tóku als ikki við.
Tá helt 98 ára gamli Eliesar Sørensen skemtandi fyri, at teir máttu latið Jógvan Gerðalíð tikið sær av tí, tí hann hevur arbeitt nógv við spreingistoffi.
Men óansæð hvat, so vóru góð ráð dýr. Niðri í bátahylinum stóð stór mannfjøld og bíðaði og aðrastaðni stóðu onnur eisini. Veðrið var heilt á einari leið, men tað var sera kalt. So tá Dávur hevði boðað frá, hvat var hent, fóru mong avstað aftur.
Bilar stóðu eisini allastaðni fram við vegnum út í Grøv, sum liggur beint yvirav og fjølmiðlar og onnur stóð klár at foræviga løtuna, tá borgarstjórin í Klaksvík skuldi trýsta á spreingiknøttin.
Hetta tekniska brekið má sigast at vera sera óheppið, men stjórin í pf Norðoyatunlinum segði, at har var ikki nógv at gera.
? Slíkt er altíð forargiligt, men tað fær ein ikki gjørt nógv við, segði hann og ypti øksl.

Annað spreingitól
Tað var Jógvan Gerðalíð, annar av teimum eldru monnunum, ið vóru tilstaðar, sum helt fyri, at teir áttu at ringt norður á Strond, tí har mundu teir eiga spreingitól. Dávur legði í telefonina, og hann fekk avtalað, at onkur skuldi koyra norður á Strond eftir einum tóli. Men tað var kortini ikki neyðugt. Brádliga rópti onkur, at nú fór at bera til. So fór norðmaðurin aftur at vinda, og hesuferð bar til.
Lítla løtu seinni kundi Steinbjørn trýsta á knøttin, meðan teir báðir, 87 ára gamli Jógvan Gerðalíð og 98 ára gamli Eliesar Sørensen, hugdu at. Hetta hendi næstan hálvanannan tíma seinni enn ætlað. Men hóast tað var gleðin stór, og fólk klappaðu og róptu, tá skotið var latið av.
Summi ógvaðust við, at tað buldraði so hart. Tað kendist væl í fótunum, at tað sprongdist.
Tað var tó harmiligt, at tað tekniska brekið skuldi koma fyri, tí mong fólk fóru avstað, tá Dávur boðaði frá tekniska trupulleikanum. Fleiri høvdu børn við, og tað bleiv ov kalt at verða standandi og bíða. Um fólkini fóru heim ella bara heim í høllina, sum Føroya Konsortium hevur leigað á økinum, skal her verða ósagt, men í øllum førum var mannamúgvan tódnað nógv, tá skotið gekk av.
Beinanvegin fóru fólk tysjandi niðan aftur til tunnilsmunnan. Roykurin stóð frá munnanum, og ein væntaði tað heilt stóra.
Men nei! Holið var ikki meira enn átta fermetrar. Svein Christensen frá NCC segði í frágreiðing sínari frammanundan skotinum, at talan var bert um eitt symbolskt hol. Hetta kemur av trygdini, sum jú er í hásætinum til tílíkar verkætlanir.
Vanliga verður løtt við 650 kg av dynamitti, men til tað allar fyrsta skotið vóru einans 35 kg lødd.

Móttøka
Í høllini, sum Føroya Konsortium hevur leigað, var ein heitur te- ella kaffimuður at fáa. Aftur við fingu fólkini smákøkur og horntónleik. Hornorkestrið spældi nøkur løg, meðan fólk royndu at fáa hitan í seg aftur.
Síðani tók Dávur Reinert Hansen orðið aftur. Hann harmaðist lítla trupulleikan við at fáa skotið sjálvt at ganga av, men flestu fólk søgdu tó, at her mundi vera talan um eitt gott tekin.
Eftir Dávur helt Bergur í Garði, nevndarformaður í pf Norðoyatunlinum røðu, síðani Jógvan við Keldu, sum umboð fyri Føroya Landsstýri og at enda Steinbjørn Jacobsen. Allir fegnaðust teir, sum vera man, um, at nú er gongd komin á tunnilsarbeiðið Borðoyarmegin eisini. Tað merkir, at um einar tvær vikur, er full styrki sett á boriarbeiði, og næsta summar hittast teir undir Leirvíksfirði. Og um góð tvey ár verður koyrandi tvørtur um Leirvíksfjørð.