Tvøroyafólk sluppu væl

Tvøroyri verður nú vetrarfriðað fyri seyð, men tað letur seg bara gera tí at teir, sum eiga hagarnar, hava verið ómetaliga lagaligir, sigur borgarstjórin

Vetrarfriðing
 

 Gongst sum ætlað, verður hetta síðsti veturin, at seyður gongur leysur ímillum húsini á Tvøroyri.
Tvøroyrar býráð hevur í fleiri ár arbeitt við eini ætlan um at friða býin fyri seyð um veturin, men tað er hetta seinasta árið, at verulig gongd hevur verið í arbeiðnum.
Og nú er tað komið hartil, at fríggjakvøldið skuldi Tvøroyrar Býráð taka støðu til eina avtalu við hagarnar um at vetrarfriða tað mesta av býnum innanfyri bøgarðarnar.
Verður hendan avtalan endaliga undirskrivað, fer tað, sum nú verður vetrarfriða, at røkka eystast úr Froðba, heilt inn til elverkið í Trongisvági.
Tað er Kristin Michelsen, borgarstjóri, hevur staðið fyri samráðingunum býráðslimir hildu, at tað hevði eydnast honum at fáa eina avbera góða avtalu fyri kommununa.
Skuldi kommunan betalt fullan prís fyri tað, sum nú verður vetrarfriðað, hevði tað kostað kommununi 11,5 milliónir.
- Men eigararnir hava verið so avbera lagaligir, at hetta fer ikki at kosta kommununi meiri enn 1,5 og 2  milliónir  og tá er stikið enntá sett upp, sum forðar seyðinum at koma oman í býin, sigur borgarstjórin.
Somuleiðis er ein avtalað eftir sama leisti næstan komin undir land um at vetrarfriða alt lendið innangarðs úr Hellá, sum er mark ímillum Trongisvág og Øravík, heilt inn í Rangá.
Á býráðsfundinum í kvøld varð full semja um, at hagarnir eiga stóra tøkk uppibornað fyri, at teir hava verið so lagaligir, tí annars hevði tað aldrin latið seg gjørt.
Býráðslimir tóku eisini undir við, at Tvøroyri verður vetrarfriðað, tí hildið varð ikki, at tað hóskar seg nú á døgum at hava seyð gangandi ímillum húsini.
Tað, sum verður friðað, er allur býurin innanfyri bøgarðarnar, og borgarstjórin sigur, at hetta er ein avtala um vetrarfriðing, sum er eindømi í øllum landinum og hann fegnast um, at tað hevur borið til at koma so langt.
Tá ið alt hetta er friðað, sum nú liggur í kortunum, er bara økið frá elverkinum, inn til Sterling eftir, umframt Øravík.
Men ørvingar hava kravt fullan prís fyri mist vetrarbit og býráðslimir á Tvøroyri eru ikki sinnaðir at geva ørvingum betri sømdir enn restin av sóknini hevur.
Tí verður fyribils ikki gjørt meiri fyri at vetrarfriða Øravík og inn til Hellá, sum er áraka havnina á Drelnesi.
Og borgarstjórin heldur, at tað er undarligt, at ørvingar, har tað mesta er landsjørð, skulu krevja fult endurgjald, tá ið ognarmenninir á Tvøroyri hava verið so lagaligir, sum teir hava verið.
Skuldi kommunan goldið fullan prís fyri alt vetrarbitið, hevði tað kostað kommununi einar 20 milliónir og tað kommunan aldrin klárað, sigur borgarstjórin.