Tvøroyrar Býráð bíðar við at stevna

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lovað at seta ósemjuna um havnargjaldð hjá Smyrli ovast á breddan eftir nýggjar og tí er Tvøroyrar Býráð sinnað at geva honum møguleikan at finna eina nøktandi loysn

Eitt tað fyrsta, sum nývalda býráðið á Tvøroyri kanska fer at gera, eftir at tað hevur tikið við á nýggjárinum, verður at stevna Landsstýrinum.

Tað er greitt eftir býráðsfund á Tvøroyri seinnapartin leygardagin.

Tað er somuleiðis greitt, at hetta býráðið er sinnað at geva landsstýrismanninum í vinnumálum, Johan Dahl, ein seinasta møguleika at loysa eina ósemju, sum hevur ligið og gnagað ímillum landsstýrið og Tvøroyrar Býráð heilt síðani Smyril kom til landið í 2005.

Tvøroyrar Býráð og Landsstýrið eru ósamd um havnargjaldið hjá Smyrli.

Tvøroyrar Býráð krevur, at Smyril betalir havnargjald, men tað vil Landsstýrið ikki. Tí vil fíggjarmálaráðið heldur ikki góðtaka, at havnargjald fyri Smyril verður inntøkuført á roknskapinum hjá Tvøroyrar Havn og hevur kravt, at býráðið tekur inntøkurnar úr roknskapinum.

Men Tvøroyrar Kommuna vil ikki bakkað og avleiðingin er, at síðani 15. desember hava allir býráðslimir á Tvøroyri fingið tvingsilsbøtur upp á 300 krónur í part um dagin, tí býráðið hevur makkað rætt.


Ovast á breddan

Í heyst fekk Tvøroyrar Býráð fund í lag við Johan Dahl, landsstýrismann og hann lovaði at finna eina loysn.

Tvøroyrar Býráð gav honum freist til nýggjárs at finna eina loysn, annars verður landsstýrið stevnt.

Leygardagin varð málið fyri aftur í Tvøroyrar býráð og har greiddi borgarstjórin, Kristin Michelsen, frá at Johan Dahl er burturstaddur, men hann hevði ringt og boðað frá, at hann framvegis arbeiddi við málinum.

- Landsstýrismaðurin hevur boðað mær frá, at hann nú hevur fingið allar neyðugar upplýsingar í málinum og hann fer nú at leggja málið fyri landsstýrisfund

- Hann hevur eisini boðað mær frá, at hetta málið stendur fremst á dagsskrá, tá ið

landsstýrisfundur verður aftur eftir nýggjár, segði Kristin Michelsen á býráðsfundinum.

Borgarstjórin á Tvøroyri fortaldi býráðnum, at Johan Dahl vissaði um, at hann framvegis miðjar eftir at finna eina semju, sum allir partar kunnu liva við.

Á býráðsfundinum leygardagin, samtykti býráðið at bíða við stevningini, fyri at geva landsstýrismanninum høvi til at loysa málið við semju.

Eydnast tað ikki, stendur býráðið fast við, at landsstýrið verður stevnt. 



Vilja akta boðini úr landsstýrinum

Tá ið Tvøroyrar Býráð viðgjørdi ósemjuna um havnargjaldið hjá Smyrli leygardagin og sum vit greiða frá í aðrari grein her á síðuni, skeyt Jaspur Vang upp at eftirlíka landsstýrinum og taka inntøkurnar fyri havnargjaldi til Smyril úr roknskapinum.

Men hann legði dent á, at hetta hevði onki við bótina at gera sum so.

Hann førdi fram, at tá ið fíggjarmálaráðið krevur at inntøkan fyri havnargjaldið verður tikið úr roknskapinum, er talan um eini fult lóglig boð frá einum fult lógligum, yvirskipaðum myndugleika og tey eigur eitt býráð prinsipielt at geva seg undir.

Men tað skal vera við teirri viðmerking, at hildið verður fast um kravið um at Smyril skal gjalda havnargjald. Hann staðfestir eisini, at fær kommunan ikki havnargjald, er ongin ivi um, at landstýrið skal stevnast.

Men tað vóru bara hann og Marjun Olsen, sum atkvøddu fyri.

Tað er eisini greitt, at teir býráðslimir, sum seta uppskot fram um at akta boðini frá fíggjarmálaráðnum, ella atkvøða fyri tí, sleppa undan at gjalda bót.

Marjun Olsen segði at hon hevði onki ímóti at betala bót. Men hon fer úr býráðnum á nýggjárinum og enn hevði ongin í landsstýrinum kunnað svara henni, um hon framvegis hongur upp á bótina, hóast hon er farin úr býráðnum

So tá ið hon atkvøddi fyri uppskotinum um at akta boðini frá fíggjarmálaráðnum, var tað einans fyri at tryggja sær, at hon ikki skal betala bót, eftir at hon er farin úr býráðnum og sostatt onga ávirkan hevur longur.

Hilmar Høgenni í innlendismálaráðnum, var ikki at hitta áðrenn blaðið fór til prentingar.




Nokta at betala fyri Smyril

Strandferðslan vil ikki gjalda havnargjald fyri Smyril, tá ið hann kemur inn á Trongisvágsfjørð.

Tvøroyrar Býráð sigur, at ongin ivi er um, at hann skal betala og tað er hetta, sum nú kann føra til, at Tvøroyrar Kommuna stevnir landsstýrinum, sum vit greiða frá í aðrari grein her á síðuni.

Landsstýrið førir fram, at tað er landið, sum hevur bygt og goldið samferðsluhavnina á Krambatanga á Trongisvágsfirði og tí skal Smyril heldur ikki betala havnargjald.

Tvøroyrar Kommuna sigur, at hetta hevur onki við málið at gera.

- Vit hava eina havn, sum er opin 24 tímar um samdøgurið og vit hava vakt og tilbúgving 24 tímar um samdøgurið. Og sjálvandi skal Smyril betala havnargjald fyri at koma inn í havnina, akkurát, sum øll onnur skip, sum koma inn á fjørðin, sigur Tvøroyrar Býráð.

Umframt havnargjald, rinda øll skip eisini bryggjugjald fyri at leggja at sjálvari bryggjuni, men hetta gjaldið krevur Tvøroyrar Býráð ikki frá Smyrli, tí tað er tað almenna, sum hevur bygt bryggjuna.

Higartil er rokningin fyri Havnargjald hjá Smyrli komin upp á góðar sjey milliónir og hon veksur fyri hvønn mánað, sum gongur.

Men rokningin verður blankt afturvíst og í Tvøroyrar Býráð harmast tey um, at landsstýrið ikki so frægt sum vil samráðast um havnagjaldið í eini roynd at finna semju um eina avsláttarskipan, so at Smyril slapp undan at betala fult havnagjald.

Tvøroyrar Kommuna hevur roynt at loyst málið við tríggjar teir undanfarnu landsstýrismenninar, sum hava umsitið Strandferðsluna, ávikavist Jógvan við Keldu, Jacob Vestergaard og Helenu Dam á Neystabø, men til fánýtis.

Nú er so Johan Dahl, sum umsitur Strandferðsluna og nú er so ein roynd gjørd afturat.