Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lovað at seta ósemjuna ímillum Tvøroyrar Býrað og Landsstýrið um Smyril ovast á breddan eftir nýggjar og í dag hevur Tvøroyar Býráð tí samtykt at geva honum møguleikan at finna eina nøktandi loysn Eitt tað fyrsta, sum nývalda býráðið á Tvøroyri kanska fer at gera, eftir at tað hevur tikið við á nýggjárinum, verður at stevna Landsstýrinum.
Tað er greitt eftir býráðsfund á Tvøroyri seinnapartin í dag.
Tvøroyrar Býráð og Landsstýrið eru ósamd um havnargjaldið hjá Smyrli.
Landsstýrið vil ikki betala havnargjald á Tvøroyri, tí landið hevur goldið samferðsluhavnina.
Tað hevur onki við havnargjald at gera, tí tað er fyri at brúka fjørðin, sigur Tvøroyar Kommuna.
Tí hevur Tvøroyrar Kommuna sett inntøkurnar fyri havnargjald í roknskapin fyri Tvøroyrar Havn, hóast tað ikki er goldið. Tað hevur innendismálaráðið góðkent í tvey ár. Men nú er tað fíggjarmálaráðið, sum skal góðkenna roknskapin og har vilja tey ikki blástempla roknskapin, fyrrenn inntøkan av havnargjaldið er tikin burtur úr, tí hon er so óviss av tí, at ósemja er um hana.
Tvøroyrar Kommuna vil ikki bakkað og avleiðingin er, at síðani 15. desember hava allir býráðslimir á Tvøroyri fingið tvingsilsbøtur upp á 300 krónur í part um dagin, tí býráðið hevur makkað rætt.
Trætan varð tikin upp við Johan Dahl, landsstýrismann í heyst og hann lovaði at finna eina loysn. Tvøroyrar Býráð gav honum freist til nýggjárs at finna eina loysn, annars verður landsstýrið stevnt.
Í dag varð málið fyri aftur í Tvøroyrar býráð og har greiddi borgarstjórin, Kristin Michelsen, frá at Johan Dahl hevði ringt og boðað frá, at hann framvegis arbeiddi við málinum.
Landsstýrismaðurin hevur nú fingið allar neyðugar upplýsingar í málinum og hann fer nú at leggja málið fyri landsstýrisfund.
- Hann hevur boðað mær frá, at hetta málið stendur fremst á dagsskrá, tá ið
landsstýrisfundur verður aftur eftir nýggjár og hann miðjar framvegis eftir at finna eina semju, sum allir partar kunnu liva við, fortaldi borgarstjórin frá Johan Dahl.
Hesir upplýsingar frá Johan Dahl førdi til, at býráðið samtykti at bíða við stevningini fyri at geva landsstýrismanninum høvi til at loysa málið við semju.
Eydnast tað ikki, stendur býráðið fast við, at landsstýrið verður stevnt, men so verður tað nývalda býráðið, sum stevnir.