Barnaverndir
Tað einasta, vit fáa burturúr hesum her, er at seta split í og at skapa rumbul.
Bygdaráðslimir í Hvalba eru sera misnøgdir við, at Tvøroyrar Býráð av sínum eintingum hevur bjóðað sandingum upp í samstarvið um barnaverndina í allari Suðuroynni.
Allar kommunurnar í Suðuroy samdust herfyri um at gera eina felags barnavernd fyri alla oynna og at samstarva um barnavendarøkið.
Men nú tað kom fram, at Sands Kommuna ikki vildi upp í samstarv við aðrar kommunur í Sandoy um barnaverndarøki, hevur Tvøroyrar Kommuna, av sínum eintingum, bjóðað Sands Kommunu upp í barnaverndarsamstarvið hjá suðuroyingum.
Hetta hevur Tvøroyrar Kommuna gjørt, uttan at siga nøkrum av hinum kommununum í Suðuroynni frá.
Aftaná, at avgerðin er tikin, hevur Tvøroyrar Kommuna kortini sent hinum kommununi eitt kunningarskriv um avgerðina.
Maktmisbrúk og provokatión
Á bygdaráðsfundi í Hvalba fríggjakvøldið, var hetta kunningarskrivð umrøtt.
Og tað vóru ikki blíð orð, sum bygdaráðslimir í Hvalba høvdu um hetta seinasta stigið hjá Tvøroyrar Býráð, tí tað er ikki yvir at dylja, at teir eru ógvuliga misnøgdir við avgerðina hjá Tvøroyrar Býráð.
Bygdaráðslimir í Hvalba átalaðu, at Tvøroyrar Kommuna hevur bjóðað sandingum upp í eitt felags samstarv við alla Suðuroynna, uttan fyrst at viðgerða spurningin saman við hinum kommununum.
Teir halda, at talan er um maktmisbrúk hjá Tvøroyrar Býráð og tvørturum borðið í bygdaráðnum í Hvalba varð hetta stigið hjá Tvøroyrar býráð kallað ein provokatión og enntá beinleiðis tápuligt.
Bygdaráðslimir í Hvalba halda, at hetta, sum Tvøroyrar Býráð hevur gjørt, tænir ongum endamáli .
Tað einasta, sum fer at koma burturúr hesum er at tað fer at skapa øsing og rumbul, bæði í Suðuroynni og í Sandoynni.
Hetta fer at skapa ósemju í Suðuroynni um barnaverndaravtaluna, men tað fer eisini, at elva til rumbul í Sandoynni og fer at skapa split ímillum sandoyingar.
Svølgja ikki øllum rátt
Levi Niclasen, borgarstjóri í Hvalba, er púra samdur við teimum atfinningunum, sum bygdaráðið í Hvalba førir fram.
Hetta, sum Tvøroyrar Býráð hevur gjørt, er púra hol í høvdið. Tað einasta hetta føri til, er klandur, bæði í Sandoynni og í Suðuroynni.
Eg haldi, at sandoyingar eiga sjálvir at finna semju um barnaverndarøkið.
Annars heldur Levi Niclasen, at høvdu sandoyingar sjálvir vent sær til allar kommunurnar í Suðuroy við eini umbøn um samstarv, var støðan ein heilt onnur, tí so var talan um eitt mál, sum allar kommunur í Suðuroy kundu viðgjørt.
Men tað líkist ongum, at Tvøroyrar Býráð av sínum eintingum loyvir sær at bjóða sandingum upp í eitt samstarv við allar kommunurnar í Suðuroy.
Hann heldur, at skulu sandingar bjóðast upp í barnaverndarsamstarvið í Suðuroy, átti hetta at verið ein spurningur, sum allar kommunurnar í Suðuroy fingu høvi at viðgera, áðrenn stig vórðu tikin á økinum.
Levi Niclasen heldur, at slíkt solo-spæl frá Tvøroyri ber ikki til longur og hetta ber ikki boð um at ætlanin er at menna samstarvið í Suðuroy.
Skulu vit gera okkum vónir um at leggja alla Suðuroy saman í eina kommunu, men Tvøroyrar Kommuna halda uppat at arbeiða í sjálvdrátti alla tíðina.
Annars ásannar hann, at Hvalbiar Kommuna hevur eitt fyrimyndarligt samstarv við Tvøroyrar Kommunu á nógvum økjum og tað fegnast hann um.
Men vit svølgja ikki øllum rátt, sum Tvøroyrar Kommuna kemur við og skal talan vera um at menna samstarvið í Suðuroy, mugu tey á Tvøroyri halda uppat at spæla fyrstiviolin alla tíðina.
Hann ásannar, at tað hevur gingið ómetaliga illa hjá kommununum í Suðuroy at samstarva um nakað sum helst.
Men eftir tógvið stríð eydnaðist tað tíbetur, at finna samstarv um barnaverndina. Men eisini tað samstarvið hekk í einum lønum trái, tí at Tvøroyrar Kommuna hevði hug at spæla ov nógv solo.
Annars nevnir Levi Niclasen, at hann er oldurabbasonur Hentze, próvst, og omma hansara er úr Uttaristovu.
So vil onkur í Suðuroy seta kílar í á Sandoynni, verður tað ikki við mínari atkvøðu. Og kenni eg sandoyingar rætt, eru teir treiskir sum takdropar og tí fara teir blankt at vísa innbjóðingini frá Tvøroyrar Býráð frá sær.
Òfatiligt
Annars heldur borgarstjórin í Hvalba, at tað er heilt ófatiligt, at rætthugsandi fólk ikki kunnu finna semju um eina barnaverndarnevnd, sum er tann mest ópolitiska nevndin, sum hugsast kann og sum einanst hevur til endamáls at hjálpa børnum, ið ikki hava tað so gott og tískil hevur tað als onki við politikk at gera.
Men tað sær út til, at nú skulu eisini børnini dragast inn á politiska vígvøllin og tað er undir alt lágmark, sigur Levi Niclasen.