Tvøroyrar Svimjifelag luttók næstseinasta vikuskifti í heimsins størstu fleirtjóða svimjikapping í Esbjerg. Umleið 2000 svimjarar úr 77 feløgum, umboðandi 8 lond, luttóku. Nógv kend nøvn vóru við í kappingini, so sum Mette Jacobsen, Mette Nørskov, Jacob Andersen og Jacob Carstensen.
Innleiðandi kappingin bleiv deild upp soleiðis, at ein kom at svimja ímóti teimum, sum høvdu nærmastu tilmeldingartíð sum ein sjálvur. Meðan í finaluni kom bert ein at svimja ímóti teimum, sum vóru javngomul við seg. Ikki allar kappingarnar høvdu finalur vegna tíðartrot.
Fríggjadagin 14. mai
Í tí fyrstu kappingini, 25 m ryggsvimjing, svumu Tóra Vestergaard og Alice Sørensen seg í finaluna hjá teimum, sum vóru fødd í 1985. Tær lógu ávikavist nr. 1 og nr. 4, so her var spenningur í.
Tað vísti seg, at í finaluni vann Tóra Vestergaard gull við tíðini 16,99 sek., meðan Alice Sørensen bleiv nr. 7 við tíðini 18,40 sekund.
Fyri tey, sum vóru fødd í 1986, bleiv Elisa Vang nr. 28 við tíðini 21,63 sekund.
Fyri tey, sum vóru fødd í 1987, svam Sára Ejdesgaard seg eisini í finaluna, har hon bleiv nr. 7 við tíðini 18,09 sekund. Sóleyð Petersen bleiv nr. 18 við tíðini 20,85 sekund, og Leona Johannesen bleiv nr. 19 við tíðini 20,95 sekund.
Tann næsta kappingin var 50 m bringusvimjing.
Hjá teimum, sum eru fødd í 1985, bleiv Cecilia N. Poulsen nr. 12 við tíðini 41,35 sekund.
Hjá teimum, sum eru fødd í 1986, bleiv Elisa Vang nr. 37 við tíðini 47,72 sekund. Annika Vang bleiv nr. 41 við tíðini 48,59 sekund, og Monica Farstad nr. 46 við tíðini 51,93 sekund. Hjá dreingjunum bleiv Dennis Kjærbo nr. 30 við tíðini 50,77 sekund.
Hjá teimum, sum eru fødd í 1988, bleiv Karin K. Eysturberg nr. 22 við tíðini 49,38 sekund.
Í 100 m blandað hjá teimum, sum eru fødd í 1987, bleiv Eyðbjørg Robertson nr. 10 við tíðini 1 min. 25,50 sek.
Tann fjórða kappingin, sum Tvøroyrar Svimjifelag luttók í, var 50 m ryggsvimjing.
Fyri árg. 85 bleiv Alice Sørensen nr. 7 við tíðini 38,46 sekund. Hetta var beinleiðis finala, og tað er lítið at ivast í, at um talan hevði verið um eina finalu, hevði hon staðið seg nógv betur.
Fyri árg. 87 bleiv Sára Ejdesgaard nr. 9 við tíðini 40,06 sekund, Sóleyð Petersen nr. 20 við tíðini 44,23 sekund, og Leona Johannesen nr. 25 við tíðini 45,45 sekund.
Í 200 m bringusvimjing hevði TS tríggjar svimjarar við. Eisini hetta var beinleiðis finala.
Fyri árg. 85 bleiv Cecilia N. Poulsen nr. 8 við tíðini 3 min. 10,82 sek.
Fyri árg. 87 bleiv Eyðbjørg Robertson nr. 5 við tíðini 3 min. 15,97 sek.
Og fyri árg. 88 bleiv Karin K. Eysturberg nr. 8 við tíðini 3 min. 48,24 sek.
Í 100 m firvaldasvimjing vóru tveir svimjarar hjá Tvøroyra Svimjifelag við ? báðar føddar í 1987. Beinleiðis finala. Har bleiv Sóleyð Petersen nr. 6 við tíðini 1 min. 28,86 sek. Sára Ejdesgaard bleiv nr. 10 við tíðini 1 min. 34,48 sek.
Leygardagin 15. mai
Fyrsta kappingin leygardagin var 25 m frísvimjing.
Fyri árg. 85 bleiv Cecilia N. Poulsen nr. 18 við tíðini 15,27 sek., Alice Sørensen nr. 23 við tíðini 15,44 sek., og Tóra Vestergaard nr. 29 við tíðini 15,86 sek.
Fyri árg. 86 bleiv Monica Farstad nr. 47 við tíðini 18,24 sek., og Annika Vang nr. 50 við tíðini 18,75 sek. Hjá dreingjunum bleiv Dennis Kjærbo nr. 29 við tíðini 17,07 sek.
Fyri árg. 87 slapp Eyðbjørg Robertson í finaluna, har hon bleiv nr. 6 við tíðini 15,27 sek. Sóleyð Petersen bleiv nr. 10 við tíðini 15,82 sek., og Leona Johannesen nr. 26 við tíðini 17,00 sek.
Fyri árg. 88 bleiv Karin K. Eysturberg nr. 12 við tíðini 17,99 sek.
Næsta kapping var 25 m bringusvimjing.
Fyri árg. 85 bleiv Cecilia N. Poulsen nr. 11 við tíðini 18,91 sek. og Tóra Vestergaard nr. 22 við tíðini 21,22 sek.
Fyri árg. 86 bleiv Elisa Vang nr. 20 við tíðini 21,51 sek. Annika Vang nr. 22 við tíðini 22,45 og Monica Farstad nr. 24 við tíðini 23,55 sek. Hjá dreingjunum bleiv Dennis Kjærbo nr. 24 við tíðini 21,88 sek.
Fyri árg. 87 bleiv Eyðbjørg Robertson nr. 9 við tíðini 20,06 sek. Sára Ejdesgaard nr. 15 við tíðini 21,63 sek., og Leona Johannesen nr. 18 við tíðini 22,83 sek.
Fyri árg. 88 bleiv Karin K. Eysturberg nr. 15 við tíðini 23,68 sek.
Fimm svimjarar vóru eisini við í 50 m firvaldasvimjing.
Fyri árg. 86 bleiv Elisa Vang nr. 38 við tíðini 45,03 sek., Annika Vang nr. 44 við tíðini 47,36 sek., og Monica Farstad nr. 47 við tíðini 48,00 sek.
Fyri árg. 87 bleiv Sóleyð Petersen nr. 13 við tíðini 39,71 sek. og Sára Ejdesgaard nr. 18 við tíðini 40,73 sek.
Í 100 m ryggsvimjing hevði TS tríggjar svimjarar við.
Fyri árg. 86 bleiv Alice Sørensen nr. 16 við tíðini 1.20,33.
Fyri árg. 87 bleiv Sára Ejdesgaard nr. 9 við tíðini 1.24,24 og Sóleyð Petersen nr. 29 við tíðini 1.35,74.
Í 50 m frísvimjing vóru allir teir 11 svimjararnir við.
Fyri árg. 85 bleiv Cecilia N. Poulsen nr. 25 við tíðini 31,78 sek., Tóra Vestergaard nr. 49 við tíðini 33,64 sek., og Alice Sørensen nr. 53 við tíðini 33,88 sek.
Fyri árg. 86 bleiv Elisa Vang nr. 72 við tíðini 37,08 sek., Monica Farstad nr. 82 við tíðini 38,55 sek., og Annika Vang nr. 95 við tíðini 42,09 sek. Hjá dreingjunum bleiv Dennis Kjærbo nr. 59 við tíðini 36,62 sek.
Fyri árg. 87 bleiv Eyðbjørg Robertson nr. 10 við tíðini 33,24 sek., Sóleyð Petersen nr. 12 við tíðini 33,72 sek., og Leona Johannesen nr. 60 við tíðini 38,65 sekund.
Fyri árg. 88 bleiv Karin K. Eysturberg nr. 29 við tíðini 39,01 sek.
Sunnudagin 16. mai
Tann fyrsta kappingin sunnudagin var 25 m firvaldasvimjing.
Fyri árg. 85 svam Cecilia N. Poulsen seg í finaluna, har hon bleiv nr. 5 við tíðini 15,77 sek. Alice Sørensen bleiv nr. 14 við tíðini 16,97 sek., og Tóra Vestergaard nr. 22 við tíðini 18,25 sek.
Fyri árg. 86 bleiv Elisa Vang nr. 28 við tíðini 18,69 sek., Annika Vang nr. 31 við tíðini 19,27 sek., og Monica Farstad nr. 44 við tíðini 21,94 sek. Hjá dreingjunum bleiv Dennis Kjærbo nr. 22 við tíðini 20,15 sek.
Fyri árg. 87 bleiv Sára Ejdesgaard nr. 12 við tíðini 17,93 sek., Sóleyð Petersen nr. 15 við tíðini 18,02 sek., og Leona Johannesen nr. 19 við tíðini 18,57 sek.
Fyri árg. 88 bleiv Karin K. Eysturberg nr. 19 við tíðini 20,95 sek.
Í 100 m frísvimjing vóru fýra føroyskir svimjarar við. Fyri árg. 85 bleiv Tóra Vestergaard nr. 51 við tíðini 1.17,48.
Fyri árg. 86 bleiv Dennis Kjærbo nr. 55 við tíðini 1.23,72.
Fyri árg. 87 bleiv Sóleyð Petersen nr. 13 við tíðini 1.13,69, og Eyðbjørg Robertson nr. 18 við tíðini 1.15,53.
Í 100 m bringusvimjing hevði TS tríggjar svimjarar við. Beinleiðis finala.
Fyri árg. 85 bleiv Cecilia N. Poulsen nr. 13 við tíðini 1.28,45.
Fyri árg. 87 bleiv Eyðbjørg Robertson nr. 8 við tíðini 1.33,27.
Og fyri árg. 88 bleiv Karin K. Eysturberg nr. 20 við tíðini 1.47,35.
Í 200 m ryggsvimjing luttók Sára Ejdesgaard fyri árg. 87, har hon bleiv nr. 11 við tíðini 3.06,91.
Annars er vert at leggja til merkis, at Tvøroyrar Svimjifelag samanlagt bleiv nr. 35 av 77 svimjifeløgum. Hetta má metast sum eitt framúrskarandi úrslit, eisini tá havt verður í huga, at Tvøroyrar Svimjifelag bert hevði 11 svimjarar við í kappingini, meðan hini feløgini høvdu heilt upp til 120 svimjarar.