Tvøroyri: Báðir fríggja til Anitu

Tað hoyrist av Tvøroyri, at bæði Kristin Michelsen og Bjarni Hammer fríggja til Anitu Viðbergsdóttir.

Í kvøld hoyrist av Tvøroyri, at Anita Viðbergsdóttir ivaleyst er í einari lyklastøðu. 

 

Áður hevur verið spátt um, at Kristin Michelsen og Bjarni Hammer ikki kunnu fara í samgongu saman eftir hvassa valstríðið, sum hevur verið á Tvøroyri, har fyrrverandi og núverandi partamennirnir (í løgtinginum í øllum førum), hava stilla upp á hvør sínum lista. 

 

Anita Viðbergsdóttir váttar, at hon vil vera borgarstjóri. 

 

Og sum skilst, so er alt sum bendir á, at tað verður hon, tá ið av er tornað. 

 

Av Tvøroyri í kvøld hoyrist, at teir báðir fríggja óført til Anitu Viðbergsdóttir, men enn er einki avgreitt. 

 

in.fo fylgir gongdini.