Vetrarfriðing
Tvøroyri: Seyður, sum gongur leysur og melur ímillum húsini hevur verið ein plága hjá mongum.
Ongin urtagarður og onki tún fær frið fyri teimum ferføttu og tað er heldur ikki lukkuligt at hava úthurðina til hurðina til bilskúrðin , opna, tí so er vandi fyri, at tað er fult at seyði inni.
Hetta hevur ført við sær, at nógva staðni eru bygdir og býir friðaðar fyri seyð.
Hendan trupulleika kenna ikki minst tvørafólk til. Hetta veit býráðið eisini av og tað er eisini mong ár síðani, at Tvøroyrar Býráð tók spurningin um vetrarfriðing upp og síðani hevur hann ofta verið til umrøðu.
Higartil er tað ikki blivið til meiri enn tos.
? Men nú skal tað vera, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.
Hann sigur, at á næstu fíggjarætlan ætlar býráðið at seta eina millión krónur av til at stongja seyðin úti frá býnum um veturin.
Borgarstjórin sigur, at seyðurin hevur rætt til vetrarbit heilt oman í mølina og tí kann Tvøroyri ikki vetrarfriðast uttan samráðingar við hagarnar og uttan at hagarnir góðtaka tað.
Tvøroyrar Kommuna hevur eisini tann vansa, at hon er ógvuliga víðfør, heilt úr Forðba til Øravíkar og tí er tað ein ógvuliga kostnaðarmikið tiltak at vetrarfriða alla kommununa.
Borgarstjórin ásannar eisini , at tað verður ikki gjørt í einum, tí tilsamans skulu einar 12-15 kilometrar av stiki setast upp, skal øll kommunan friðast fyri seyð, samstundis sum avtala skal gerast við hagarnar, rulluportur gerast o.s.fr.
Hann sigur, at býráðið hevur tosað óformliga við fleiri hagar og teir eru ikki óviljaðir til at Tvøroyri verður vetrarfriðað.
Nú skulu so beinleiðis samráðingar takast upp við hagarnar og tað skal eisini mátast upp, hvat hvør hagi missur av vetrarbiti.
Fæst ein avtala við hagarnar, er ætlanin at brúka milliónina, sum ætlanin er at seta av næsta ár, til eitt býarstik uttanum Tvøroyri.
Hann sigur, at býráðið vónar at kunna stika Tvøroyri inni frá gamla grótbrotinum inn ímóti Ítróttarhøllini.