Tvøroyri og Tórshavn

Tað var sera heppið fyri Tvøroyri at sitandi Býráð við skjótari viðgerð og vinnulívssinni gjørdi tað møgulligt at Varðin Pelagic kundi fara undir virksemi á Tvøroyri. Síðani virkið byrjaði eri sløk 50 fólk flutt suður, lønar og skattainntøkurnar vaksnar í sera stóran mun og fer virksemið hjá Varðanum uttan iva at vaksa framyvir við eisini meira góðsking.

Sitandi Býráð á Tvøroyri kann gera eitt gott hál afturat til frama fyri Tvøroyri; Tvøroyri er ídag næsta havn bæði hjá møgulligum oljufundi hjá Statoil á føroyska økinum og hjá teim útbyggingum sum fara í gongd nú beint við markið og har Tvøroyar Kommuna longu hevur samband við fyristøðufeløgini og har tað skilst at stórur áhugi er fyri at kanna møgulleikarnar at nýta Tvøroyri sum útgerðarstøð.

Suðuroyggin er ídag størsta vakstrarøkið í Føroyum og hetta kunnu bæði Heðin Mortensen og undirritaði sum suðuroyingar fegnast um.

Men Heðin og undirritaði liva og virka báðir í Havnini og her verður galið um ikki produktiv og kommerciell kreativ vinna beinanvegin byrjar aftur. 60 % av inntøkunum hjá Havnini stava frá almennum lønum og her byrjar at sansa at í stórum.

Høvuðssetningurin hjá nýggja Býráðnum í Havn má verða at fáa vinnuligi hjólini aftur at mala í okkara Høvuðsstaði og sum nakað tað fyrsta má og skal Bacalao fara undir góðsking av makreli og sild og arbeiða frystan fisk ! Hetta vil eg arbeiða fyri verði eg valdur.