Tvøroyri vil hava oljuútgerðarhavn

Nakrar føroyskar kommunur eru millum teir stívliga sjeyti luttakararnar á FaroExpo í Runavík í dag. Undir einum hatti eru eitt nú Tórshavnar kommuna, Runavíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna og Fuglafjarðar kommuna.

Teir, sum umboða Tvøroyrar kommunu í dag, eru Pauli Einarsson, býráðslimur og býarverkfrøðingurin, Tummas Sørensen.

Pauli Einarson vísir á, at ætlaninar at byggja eina oljuútgerðarhavn á Drelnesi røkka heilt aftur til nítiárini. Hann sigur, at kommunan øll hesi ár hevur merkt ein áhuga hjá útlendskum oljufeløgum og fyritøkum, sum starvast í oljuvinnuni, fyri eini oljuútgerðarhavn á Drelnesi.

- Vit hava fingið fleiri fyrispurningar, sum árini eru gingin, men enn eru vit ikki komin har til, at vit neyvt vita, hvat skal til fyri at byggja eina slíka støð upp.

Hann vísir á, at Mæersk í sínari tíð gjørdi tekningar sum lýsa, hvussu økið á Drelnesi kundi sæð út við eini oljuútgerðarhavn.

- Mæersk eru framvegis áhugaðir, og tað eru onnur feløg eisini, sigur Pauli, sum vísir á, at upplandið á vestara parti av Drelnesi er væl egnað til eitt slíkt endamál.

Pauli Einarsson vísir á, at tá røtt verður um møguleikarnar at byggja oljuútgerðarstøð á Drelnesi, kemst ikki uttan um hugskotið eisini at byggja ein minni flogvøll Á Høvdanum í Froðba - ella nær við verandi tyrlupall.

- Teir, sum flúgva, siga, at tað er eingin turbulensur á hesi leið, og mett verður, at lendið er væl egnað til ein flogvøll sum verður einar 700 metrar langur ella so.

Nú oljuboring er í føroyskum øki, verður tyrlupallurin í Froðba eisini brúktur til flutning.

- Teir, sum flúgva, siga, at tað tekur 20 minuttir at flúgva av oljupallinum, sum borar á Brugduni og til Froðbiar, men tað tekur heilar 40 minuttir av flúgva av pallinum og í Vágar.

Pauli Einarsson sigur, at tá ASB, Atlantic Supply Base, longu er í Runavík, kundi tað verið nærliggjandi, at tvær slíkar støðir samstarvaðu um tær uppgávur, ið er og liggja fyri framman í sambandi við boringar á føroyska landgrunninum og annars boringar tætt upp at føroyska markinum.