Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi skipan í felag fyri einum tvørpolitiskum 1. mai-tiltaki á Speaker's Corner í miðbýnum í Havn eins og í fjør.
Í ar verða tveir røðarar frá hvørjum ungmannafelag, og aftan á røðurnar verður orðið frítt.
Vit stíla fram ímóti at geva tiltakinum ein tvørpolitiskan heldur enn fleirpolitiskan dám. Tiltakið verður bygt upp rundan um altjóða arbeiðaradagin, og øll eru vælkomin. Ungmannafeløgini fara at hava ein felags bás, og okkurt ábit verður at fáa ókeypis. Onkur fólkatónleikur verður eisini at hoyra, umframt felagssangur, sigur Bergur A. Dalsgarð, sum er samskipari.
Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi siga, at málið við tiltakinum er at fáa fólk út á gøtuna 1. mai, so hesin týðandi dagur kann fáa sín uppiborna týdning í Føroyum.